Skriva út

Hendrik Egholm

Hendrik Egholm
deknur
Sands kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Hendrik er úr Streymnesi og býr á Sandi. Hann arbeiðir í Havn og er deknur í Sands kirkju. Hendrik er føddur 3. desember í 1975.

-Eg havi verið deknur síðan á heystið 2011. Mær dámar væl arbeiðið, bæði vanliga tænastu undir presti og eisini tá íð deknagudstænasta er og deknurin lesur lestur. Tað er kanska eitt sindur keðiligt, at lestrarbøkurnar eru so gamlar. Vit treingja til nýggjar lestrarbøkur í Føroyum. Onkuntíð til høgtíðir plagi eg at fáa onkra prædiku, sum prestur hevur skrivað og tað dámar mær betri, sigur Hendrik Egholm.

-Tað er ikki ókent fyri meg at vera deknur. Mamma mín, Jórun Egholm er deknur í Hvalvíkar kirkju.

-Vit eru fýra deknar, sum skiftast um at lesa. Tað merkir, at eg lesi tveir sunnudagar og havi síðan frí í seks. Hetta er ein góð skipan, sum ger, at deknastarvið ikki er so bundið longur.

Hendrik er útbúgvin verkfrøðingur og arbeiðir hjá Landsbyggifelagnum í Havn. Tað merkir, at hann ferðast í millum og hann er ein av teimum, hvar nýggja fasta sambandið undir Skopunnarfjørð og Hestfjørð fær serliga stóran týdning.

Hendrik er giftur við Hjørdis og tey hava keypt eini hús á Sandi. Hjørdis er heimansandsfólk. Tey eiga fýra børn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.