Skriva út

Hendrik Akurstein

Hendrik Akurstein
organistur
Hvannasunds kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Akursteinur stendur í Árnafirði og hesin steinur er eisini eitt eftirnavn, sum Hendrik ber við erni. Hendrik hevur verið organistur í Hvannasunds kirkju í tvey ár rundan um 2018 ella nærri í árunum 2017-2018. Hendrik er føddur 20. september 1983 og er uppvaksin í Hvannasundi.

-Eg var organistur og so bar eg meg undan, tí eg og konan eru virkin í samkomuni Solo deo Gloria í Klaksvík. Í hesi samkomu er so nógv virksemi, at eg  hevði ikki longur stundir at vera organistur í Hvannasundi, sigur Hendrik Akurstein.

-Eg lærdi at spæla sum ungur. Babba hevði orgul í stovuni, hann er organistur og her byrjaði eg.  Seinni slapp eg at spæla morgunsang í skúlanum. Eg spæli heima og eg havi gingið á Musikkskúlanum í Klaksvík. Og eg royni eisini onnur ljóðføri, eitt nú trummur og klaver. Eg spæli ikki fast orgul í dag, mest tá fólk heita á meg.

-Vit hava ikki nakrar prest í samkomuni. Halgir, kona mín er í starvi 70 prosent av eini arbeiðsviku í samkomuni og eg brúki eisini mína frítíð. Eg eri verkfrøðingur og arbeiði dagliga sum byggileiðari hjá byggifyritøkuni Articon. Konan lesir master í leiðslu og evangeliskum arbeiði. Vit eiga tveir synir, trý og fimm ár í skrivandi stund, sigur hann.

-Eg haldi, at andaliga heilsan er í lagi hjá teimum, sum vit koma í samband við. Men tunglyndi er eisini frammi í samfelagnum í dag, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.