Skriva út

Helgi Poulsen

Helgi Poulsen
klokkari
Kunoyar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

-Eg eri higartil tann seinasti sum eri føddur í Kunoy. Eg eigi ein abbason, sum mundi verið føddur í heimbygdini, hann var føddur á Hvítanesi ávegis til føðideildina í Havn, sigur Helgi Poulsen, sum varð føddur 14. juni í 1958.

-Konan mín Eghild er út Gøtu og vit búðu fyrstu fyrstu átta árini í Gøtu. Vit fluttu til heimbygdina, tí fast samband kom. Tað varð einki nýtt hús bygt í Kunoy frá 1922 og fram til 1991. Kunoyggin varð bundin saman við Borðoynna í 1986 og síðan var farið undir tunnilin til Kunoyar.Her var koyrandi í gjøgnum í 1988.

-Vit hava upplivað, at fari í song í Kunoy, sum var ein fullkomiliga avbyrgd bygd á landi og vakna upp aftur morgunin eftir, og tá var fast samband til Klaksvíkar og seinni koyrandi undir Leirvíksfjørð. Her eru talan um stórar forbetringar, sigur Helgi Poulsen.

-Eg eri smiðjumaður og arbeiði hjá KJ Hyderaulik og havi verið á tí arbeiðsplássinum í mong ár. Hetta er sera fjølbroytt arbeiði. Í morgin skal eg til Hálands, farmaskipið Mikines hjá Smyril Line er í dokk.

-Eg havi verið klokkari í 20 ár og pápi var klokkari áðrenn. Pápi varð lagdur undir skurð og skuldi einki gera eina tíð og soleiðis kom eg inn í hetta arbeiðið. Tað var eitt sindur bundisligt í fyrstuni, eg var einsamallur, men nú eru vit tríggir og tað er nakað  heilt annað. Í dag er tað ikki tyngjandi at vera klokkari, sigur hann.

-Her er gott at búgva í Kunoy. Vit eiga tveir synir, ein býr her og ein í Klaksvík. Vit eiga fýra barnabørn. Í frítiðini fjasist eg við seyð, vit eiga fimm gyllin í jørð.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.