Skriva út

Helena Petersen

Helena Petersen
deknur
Tvøroyrar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Helena hevur verið fastur deknur í Tvøroyar kirkju seinasta árið. Hon var avloysaradeknur fyri tveimum árum síðan og tá skrivaðu vit 2019. Helena er fødd fyrsta oktober 1958.

-Eg læs fyrstu ferð fyri 10 árum síðani. Tað var í 2011. Tá avloysti eg Finn Thomsen, sála. Nú eri eg deknur triðja hvønn mána. Eg eri av Tvøroyri, búð her alt lívið og nú eri eg fyritíðarpensionistur, sigur Helena Petersen.

-Eg veit ikki, um tað var av tilvild, at eg gjørdist deknur. Eg eri úr einum trúgvandi heimi. Eg bleiv uppring og spurd, um eg vildi gerast deknur. Eg ivaðist og segði ja, sigur hon.

-Eg var rættuliga bangin í fyrstuni, bangin fyri at gera feilir. Men nú eri eg vorðin meira rólig. Nú havi eg skrivað mær allar mannagongdir niður og standi ikki føst longur.

-Maður mín eitur Sigurð Petersen og er úr Puntabyrgi. Vit eiga trý vaksin børn og seks barnabørn. Elsti sonurin býr heima. Hann er spastiskur. Báðar døturnar búgva eisini í Suðuroy og vit eru ikki einsamøll, sigur hon.

-Sonurin sum er spastiskur fær ikki arbeitt. Hann er 44 ára gamal. Vit hava innrættað kjallaran av nýggjum til hann. Hann er kringur við teldu og hann fær eisini hjálp úti frá við telduni.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.