Skriva út

Heini B. Kristiansen

Heini B. Kristiansen
deknur
Fríðrikskirkjan

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Eg var spurdur og segði ja. Kirkjan og missiónsarbeiði hevur fylt nógv í mínum lívi og eisini í familjuni hjá mær. Báðir abbarnir hava verið kirkjutænarar. Bæði foreldur míni hava verið virkin í kirkju og missión. Kirkjan er ein partur av trúnni. Gáttin er lág og tað er gott. Kirkjan hevur runnið í blóðinum, sigur Heini B. Kristiansen, deknur í Fríðrikskirkjuni. Sum yngri gekk hann nógv uppí at vera kallaður Haini, skrivað eftir úttalu og eftir abbanum í Sandavági, Heini F. Petersen, men hann býr í einum parti av landinum, har fólk siga Hoyni, og tað hevur gingið eitt sindur striltið at fáa fólk at úttala navnið, soleiðis sum hann vil og nú hevur hann slakað eitt sindur av upp á hetta. Heini er føddur 10. mars 1986.

-Eg kenni prestin Ova Brim frá lestrarárunum í Keypmannahavn og tað er nokk orsøkin til, at hann hevur biðið meg til dekn.

Heini er HR leiðari á Bakkafrost. Og ein HR leiðari eitur á vanligum máli starvsfólkaleiðari og hann er tí starvsfólkaleiðari fyri einum tí størsta arbeiðsplássunum í landinum við umleið 1000 starvsfólkum.

-Eg kundi trivist allastaðni, trívist á Toftum og her vil eg búgva. Her er gott at vera. Eg eri giftur við Súsannu Kass og vit eiga trý børn. Eg trívist her, tí familjan er her, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.