Skriva út

Heidi í Homrum

Heidi í Homrum
deknur
Hósvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Heidi er ættað úr Homrum í Kollafirði í faðirætt. Abbi hennara keypti sær eftirnavnið Í Homrum. Pápin er úr Kollafirði og mamman er úr Hósvík og Heidi er í triðja ættarliði, sum ber hetta eftirnavnið. Sjálv er hon uppvaksin í Hósvík, har mamman er ættað og roknar seg sum hósvíking. Heidi er fødd 5. mai í 1972.

-Signheðin Davidsen spurdi meg um eg vildi vera deknur og eg segði nei. Men hann gavst ikki og at enda segði eg ja. Eg havi ikki angrað tað. Eg byrjaði sum deknur í skúlanum, meðan kirkjan var undir umbygging. Tað var øðrvísi í eini lítlari skúlastovu at halda gudstænastu, sigur Heidi í Homrum.

-Sum deknur hugsi eg um at vera nærverandi. Eg lesi Faðir vár, sum um tað er mín egna bøn, ið eg biði fyri mær sjálvum. Og lesturin lesi er fyrsti og fremst fyri mær sjálvum og samstundis fyri hinum. Tað hendir, at eg gerist rørd undir lestri og tað ger einki, sigur hon.

-Eg ætli mær at halda fram sum deknur. Vit eru tríggir deknar og kundu verið fleiri, sigur hon.

Heidi er gift við Tórleif Clementsen. Tey eiga fýra børn.

-Vit kundu ikki fáa børn og eg havi ikki borið míni børn sjálv og tað er einasti munurin. Tey eru okkara og at bera børn er ikki ein fortreyt fyri at elska síni børn minst líka nógv sum onnur, sigur hon smílandi.

Dagliga selir Heidi tryggingar hjá Trygd.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.