Skriva út

Heðin Kambsdal

Heðin Kambsdal
organistur
Fuglafjarðar kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Summi fólk verða ríkaði við stórum gávum á mongum økjum og Heðin Kambsdal er ein teirra. Hann er ein dugnaligur listamaður og hann er minst líka dugnaligur á urguni ella á klaverinum. Og hansara hugaheimur hevur ferðast millum tónleikin og listina í mong ár. Tað er sjáldan, at annar parturin fer heilt í bakgrundina, har er ein ósjónlig javnvág. Heðin teknar og málar og Heðin spælir tónleik, soleiðis hvørt um annað. Heðin er føddur 14 mars í 1951 og sjálvur heldur hann seg slett ikki vera dugnaligan til nakað sum helst. 

    -Eg kom í fast starv sum organistur í Fuglafirði í 1997 og eg hevði spælt nógv í kirkjuni sum leysur áðrenn. Eisini í gomlu kirkju á gomlu urguna her í Fuglafirði, sigur Heðin, sum byrjaði sum professionellur organistur, tá ið hann gekk á læraraskúla á Nr. Nissum Seminarium í Vesturjyllandi uppmóti Limfjørðinum miðskeiðis í sjeytiárunum í farnu øld. Tá spældi hann í kirkjum nærhendis seminariibýnum. 

    -Eg veit ikki, tú, man troyttast ikki av orgulspæli. Eg havi hug at spæla meira enn eg havi stundir til. Longur eg siti við urguna, tess verri er at fara aftur frá henni, sigur Heðin og orðini koma seigliga og hava ikki hug at rapla úr honum. Hann hugsar seg um og er í djúpum tonkum millum setningarnar, soleiðis sum skapandi fólk ofta eru. 

    -Tað hevur ikki staðið alt for væl til við organistum, men nú eru fleiri á vegi, nú sær ljósari út. Ein av orsøkunum til at striltið er at fáa organistar er, at tað er alt ov illa lønt, um ein hugsar um alt arbeiði, sum liggur aftanfyri at gerast ein góður organistur. Lønin hongur slett ikki saman við útbúgvingini. 

    -Mær dámar væl sjálvur at undirvísa, eg haldi,at undirvísingin er áhugaverd og heldur meg sjálvan eisini til fakið, sigur Heðin, sum eisini er kórleiðari og hevur sungið nógv í kóri gjøgnum árini.