Skriva út

Heðin í Frammistovu

Heðin í Frammistovu
klokkari
Hvannasunds kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard.

Heðin hevur verið klokkari í Hvannasunds kirkju síðan einaferð í seinnu helvt av áttatiárunum í farnu øld. Hann er føddur 14 juni 1960.

-Pápi mín var klokkari og tá hann var burtur avloysti eg. Eg var eisini við honum í tornininum sum smádrongur og ringdi fyrstuferð, meðan eg enn var barn. Annars vóru vit seinni tríggir klokkarar, sum tóku ein mána í senn, sigur Heðin í Frammistovu.

-Seinastu 15 árini havi eg verið alari. Og áðrenn átti eg egnan útróðrarbát og róði út við honum burtur av í 22 ár. Aling er hugaligt arbeiði. Tá man ikki skal vera sjómaður, er tað gott at arbeiða innan alivinnuna. Lønin er í ordan og man fær løn einaferð um vikuna. At arbeiða í alivinnuni er sum við øllum, ein upplivir góðar og tungar løtur. Tað er eitt lívligt arbeiðspláss úti á aliringunum og tú gerst sjóvandur, sigur hann.

-Eg eri eisini seyðabóndi. Eg eri festari í Frammistovu, sum er fýra merkur.  Eg havi festið hjá Jústinus í Frammistovu. Tað eru fýra garðar í Hvannasundi og allir eru fýra merkur. Vit hava júst upplivað eitt gott heyst, og skurðurin royndist væl.

Heðin er giftur við Alith og hon er eisini ættað úr Hvannasundi. Tey eiga tveir synir og tann eldri eigur tveir synir. Heðin er vorðin uppkallaður og tað er hin abbin eisini.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.