Skriva út

Heðin Askham

Heðin Askham
organistur
Hvannasunds kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Heðin Askham er uppvaksin í Hvannasundi og býr í dag í Klaksvík. Foreldrini búðu í Hvannasundi og hannn treivst væl sum smádrongur norðuri í Sundi, her var gott at vaksa upp. Heðin Askham er føddur 20. septemner 1977.

-Eg byrjaði sum 10 ára gamal at spæla orgul og eg spæli enn. Eg eri ikki organistur í nakrari kirkju longur, men eg spæli í KFUM í Klaksvík. Eg eri tænari í tí samkomuni, sigur Heðin Askham.

-Eg fór at hjálpa Jústinus Poulsen í Hvannasundi at spæla. Vit báðir spældu aðru hvørja ferð, ella annan hvønn sunnudag frá 1992 og fram til 2005. Eg spældi samanlagt í 13 ár, til eg fór niður at læra til gartnara.

-13 ár sum kirkjutænari ger nakað við meg. Eg eri sætt at siga eitt sindur errin av hesum. Eg kenni stoltleika fyri at hava verið í hesi tænastu. Tænastan er viðvarandi, soleiðis sum Harrin kallar, sigur hann.

-Eg eri ikki skúlaður urguleikari. Eg havi lært meg sjálvur og spæli eftir gehør. Men tað gongur eisini.

-Konan eitur Anita og er eisini úr Hvannasundi. Tað er sundafólk í okkum báðum. Vit eiga trý børn og elsta dóttir okkara er gift.

-Vit eru rættuliga knýtt at KFUK, konan er leiðari har og vit gera bæði tænastu í samkomuni.

-Eg havi eina gartnarafyritøku í Klaksvík og vit eru fýra fólk í starvi, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.