Skriva út

Harriet Jørginsdóttir

Harriet Jørginsdóttir
deknur
Glyvra kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Harriet Jørginsdóttir er ættað av Skála, har hon er uppvaksin. Hon er deknur í Glyvra kirkju og hevur verið í hesum starvinum seinastu 15 árini. Hon er sjúkrasystir og hevur í mong ár verið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og hesi seinastu árini eini endurvenjingardeild í Noregi.  Harriet er fødd mitt um summarið 28 juni 1961.

-Alt gekk so tíðliga hjá mær. Eg var 17, tá ið eg átti fyrsta barnið, vit búðu á Skála, til vit giftust, og fluttu síðan í Lambar, har maðurin er ættaður.

-Eg gjørdist deknur í 1998, tá ið Hans Jacobsen á Bakka, sum var deknur, vildi frá. Hví akkurát Hans Jacob Lamhauge, kirkjuráðsformaður, bað meg veit eg ikki, havi ikki spurt hann. Um hetta mundi gjørdist Julia Johannesen á Skála sjúk og doyði seinni. Dóttir hennara Dagny, sum var deknur, ynskti um hetta mundi at sleppa frá at lesa og eg fór eisini at lesa fyri hana.  Eg kom tí rættuliga í gongd sum deknur beinanvegin.

-Eg havi altíð hildið, at tú veksur við uppgávuni, men hetta mátti endurskoðast, tá ið eg gjørdist deknur. Eg má framvegis fyrireika meg meginpartin av vikuni, tá ið eg skal lesa sunnudag og nú havi eg verið í starvinum í 15 ár. Eg vendi aftur og aftur til lestrarnar og havi onkuntíð ringt við at bestemma meg og aðrar tíðir er tað lættari at finna rætta lesturin.  Eg taki uppgávuna alvorliga og tað kemur fyri, at eg havi marrudreymar um at tað miseydnast í kirkjuni. Tað er eisini komið fyri, at eg havi ikki avgjørt, hvønn lestur eg skal lesa, fyrr enn eg eri komin í kirkjuna.  Tað er eitt arbeiði, sum skal ganga upp  í eina hægri eind, at velja sálmar og lestrar og mær dámar tað, sigur Harriet Jørginsdóttir.

-Eg veit, at tað kirkjan stendur fyri er gott og ein gleðiboðskapur. Høvuðsdrívmegin hjá mær sum dekni er, at eg boði fólki tað sum er fundamentalt gott og berandi. Og lesa, tað dugi eg.

-Eg fái eisini nógv gott sjálv í tænastuni. Eg haldi, at tað at eg gjørdist deknur var eitt bønarsvar.  Eg bað til Gud um at vísa mær vegin, eg skuldi ganga og so kom tilboðið um deknastarvið sum bønarsvar. Eg hevði ikki droymt um at gerast deknur áðrenn, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”