Skriva út

Hanus Súni Hansen

Hanus Súni Hansen
deknur
Hattarvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Hanus Súni Hansen úr Hattarvík hevur verið ímyndin av kirkjuni seinastu 50 árini. Hann doyði í 2021 og var føddur í 1939.

Hanus var vitni til, mest sum heimamaður, at bygdin tódnaði frá 98 fólkum og niður í einki, meðan hann var bóndi í Útistovu, nakað sum tók ógvuliga hart upp á hann. Hetta var sárt hjá honum at hyggja aftur á. Og hóast bygdin minkaði niður í einki, vildi hann ikki, at gudstænastan skuldi doyggja út. Fólk siga frá, at tað kom meira enn so fyri, at Hanus Súni var einsamallur í kirkjuni. Hann fór upp á loftið at ringja, síðan niður aftur og inn í kór, har hann sang sálmarnar einsamallur fyri sær sjálvum og Gudi. Og síðan læs hann lestur og sang teir sálmarnir, sum eftir vóru, ringdi út og fór til húsa aftur.

Hanus Súni var giftur við Hallgerð, hon var úr Klaksvík. Tey fingu dóttrina Jóhannu Mariu, uppkallað aftir ommuni, sum var lærari í bygdini og ættað frá Gjógv.

Hanus Súni var ein álitismaður í øllum sum hevði við oynna at gera. Hann stóð fyri vegagerðini og fekk góða hjálp frá øðrum hattvíkingum at halda maskinurnar. Hann stóð eisini fyri kommununi og tók sær av kirkjuni. Umframt hetta hevði hann garðin at røkja, og her kom stuðulin hjá pápabeiggjanum Klæmint væl við.

-Hanus Súni var trúgvur og góður við kirkjuna. Hann royndi so leingi sum hann orkaði at halda kirkjuna opna. Hann var eisini eina av teimum fremstu at fáa nýggja altartalvu í kirkjuna. Hann var fyri broytingum, og hóast tað kundi hvørki hann ella nakar annar steðga, at bygdin doyði út at kalla.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.