Skriva út

Hanus Lassen

Hanus Lassen
deknur
Christianskirkjan

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Dorius Johannesen, Dorius á Húsum, spurdi Hanus, um hann vildi vera deknur í Christianskirkjuni, tað eru væl yvir 40 ár síðani og Hanus var deknur í kirkjuni í sjeytiárunum í farnu øld og fram til 1984. Hanus er føddur 24. desember 1940.

-Eg sigldi við Smyrli og í 1984 vórðu vit útchartraðir og tá bar ikki til at vera deknur meira. Eg var slett ikki í iva, tá íð eg var spurdur og segði ja beinanvegin. Vit eru kirkjufólk og kirkjan hevur alstóran týdning fyri meg. Deknarnir í Christianskirkjuni hava nógv um at vera, tí hjá okkum er tað soleiðis, at deknur er við til allar kirkjuligar handlingar., sigur Hanus Lassen.

-Eg var stýrimaður og skipari vð Smyrli í eini 30 ár. Tað var ein spennandi tíð við Smyrli og tað virksemið vit byrjaðu livir víðari við Norrønu, sigur hann.

-Eg fór til skips sum 16 ára gamal við Sjúrðarberg, sum var síðutrolari og var vorðin ómodernaður. Eg arbeiddi eisini á avgreiðsluni hjá Strandferðsluni.

-Á familjufrontinum hevur eisini vignast væl. Konan eitur Elin, foreldrini hjá henni eru av Eiði, men hon hevur altíð búð í Klaksvík. Vit hava fingið fýra børn, tveir dreingir og tvær gentir. Og tað er vorðið til 13 barnabørn, sigur hann.

-Eg havi góða heilsu og nóg mikið at takast við. Sonurin hevur eitt festi, har hjálpi eg til. Vit hava  hús í Mikladali og har eru vit nógv. Eitt fýramannafar er í húsinum og av og á eri eg á floti, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.