Skriva út

Hansy Højgaard Skarðsá

Hansy Højgaard Skarðsá
organistur
Funnings kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Hansy Højgaard Skarðsá er rituvíkingur, arbeiðir á Toftum og býr í Funningi saman við manni sínum Petur Skeel Skarðsá. Hansy er fødd 28. september 1953.

-Eg trívist væl í Funningi. Eg flutti fyri eftir hondini nógvum árum síðani og tað er gott at búgva í Funningi, sigur Hansy Højgaard Skarðsá.

-Beiggi mín Max keypti eitt orgul, tá íð eg var um 14 ára gomul og eg fór at læra meg. Fyrsti sangurin eg spældi var “Arbeið, tí náttin kemur”, sigur hon.

-Eg vildi læra meg at spæla eftir nótum og kom á lagið. Eg spældi á møtum áðrenn eg var 20 og var eisini urguleikari í missiónshúsinum. Eg vildu læra meira og gekk tveir vetrar hjá Kristian Hammer í Runavík og síðan tveir vetrar hjá Odvør Johansen í Havn, sigur hon.

-Í 1981 fór eg á bíbliuskúla á Børkop og tá kom gongd á orgulspælið av álvara og síðan havi eg spælt. Eg og Petur fluttu ikki beinanvegin til Funnings eftir at vit vóru komin saman. Vit búðu á Nesi og tá plagdu vit at ferðast til Funnings, tað var fast, at eg spældi í kirkjuni á páskum. Síðan eg flutti til Funnings, havi eg verið organistur. Vit eru trý sum skiftast við orgulið, talan er tí ikki um hvønn sunnudag, sigur hon.

-Eg spældi eisini ofta í Rituvíkar kirkju áðrenn eg flutti norður, sigur hon.

-Fyri meg var tað gott at flyta til Funnings. Eg ivaðist eitt sindur í fyrstuni, um eg fór at passa inn. Eg eri komin við í tað sum er, vit ganga inn til fólk og tey ganga inn til okkum. Eg trívist her og eg trívist eisini úti á Skálafjørðinum, serliga um summarið, tá sólin ikki fer niður fyrr enn klokkan er farin av 11, sigur hon.

Hansy átti eina dóttir, áðrenn hon giftist við Peturi. Hon eigur tvey børn, sum tey bæði gleðast um.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.