Skriva út

Hansa Petersen

Hansa Petersen
deknur
Sjóvar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Hansa tók við deknastarvinum í Sjóvar kirkju í 1996 og hon var fyrstu kvinnuligi deknurin í kirkjuni. Síðan hava aðrar tikið við. Hansa er fødd 14. februar 1947.

-Eg hevði ongantíð hugsað tankan, at eg skuldi gerast kirkjutænari, tá íð eg varð spurd og eg kundi ikki svara beinanvegin. Eg mátti hava umhugsunnartíð. Og har er nakað at hugsa um. Tá íð man stendur á kórsgáttini og lesur Guds heilaga orð, tá skal tað helst eisini samsvara við tað lívi eg livi. Eg havi altíð verið góð við kirkjuna, men eg ivaðist um eg var verdig at átaka mær uppgávuna. Talan er fyri meg um eina álvarsliga uppgávu, sigur Hansa Petersen.

-Eg havi gingið nógv á møti og nógv í kirkju og eg hugsaði, áðrenn eg segði ja, at kirkjutænarar eiga at vera góðar fyrimyndir fyri kirkjufólkið. Og tað hevur gingið higartil. Eg havi fingið góðar andaligar áminningar, meðan eg havi fyrireikað meg til lestur í kirkjuni. Í samband við, at eg havi lisið uppá, eri eg ofta komin í tankar um vakra sálmin: “Gud ger meg til eitt lítið ljós...”, sigur hon.

-Eg hugsaði eisini, at eg kundi akkurát tað sama lesa, tí eg var í kirkju allíkavæl, sigur hon. Samrøðan er gjørd í 2014 og tá hevði Hansa verið kirkjutænari í 18 ár, sigur hon.

-Eg var rættuliga bangin í fyrstuni, nú gongur betri við tí, men fyri meg er tað álvarsamt hvørja ferð at lesa lestur. Prestur er triðjahvønn ella fjórða hvønn sunnudag í kirkjuni og tá er sjálvandi minni at gera hjá dekninum.

Hansa er gifti við Jógvan Petersen og hann er ættaður úr Vestmanna. Tey eiga fimm børn, tann eini sonurin druknaði í fjøruni sum smádrongur. Tey eiga 15 barnabørn nú í 2021.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.