Skriva út

Hansa Olsen

Hansa Olsen
organistur
Húsavíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

“Eg havi spælt sangstemmuna, fyrstu stemmu við tveimum fingrum, ein á hvørjari hond, og tað er mítt “bidrag” til kirkjusálmin í Húsavík. Orðini eigur Hansa Olsen, ættað úr Dali, gift til Húsavíkar og dóttir Annu og Demmus í Dali. Hansa er fødd Nolsøe og tann 29 januar 1941.

-Eg lærdi at spæla í Dali. Malevina Clementsen var lærari og hon legði okkum lag á. Eg bleiv ikki búgvandi í Dali. Tað komst av, at eg møtti manninum, Jørmund Olsen og hann var húsvíkingur. Vit eiga eina dóttir og hon býr í Havn. Hon eigur tríggjar gentir og vit eiga eisini langbarnabørn.

-Vit, sum eru úr Dali, dáma væl har. Eg vitji onkuntíð í Dali, har eigi eg nógva familju. Vegurin var komin, tá íð eg flutti til Húsavíkar og eg koyrdi sjálv bil, tá íð eg flutti. Eg byrjaði at spæla í skúlanum í Dali og seinni í kirkjuni.  So doyði organisturin í Húsavíkar kirkju, hann kallaðist Erling og eg fór at spæla eftir hann.

-Fyri mongum árum síðani gjørdist maðurin sjúkur av eini sjáldsamari sjúku, kallað Torticollis. Tað hevur nakað við, at vøddar í hálsinum ikki akta heilan. Hetta hevur plágað hann nógv, men tíbetur fæst góður heilivágur. Hann fær eina sproytu triðja hvønn mána og fær linna av tí, sigur hon.

-Vit høvdu handil í 15 ár. Hetta var gott fyri Jørmund, tí hann er so sosialur. Men tað gav einki og vit stongdu. Handilin gav nógv arbeiði og einki avkast. Vit bygdu í 1973 og fluttu inn í 1974. Jørmund koyrdi buss og passaði seyð.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”