Skriva út

Hans Pauli Hansen

Hans Pauli Hansen
deknur
Bønhúsið í Funningsfirði

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Hans Pauli Hansen er úr Funningsfirði og her hevur hann búð alla sína tíð. Og sum smádrongur og yngri plagdi hann av vera í Elduvík í kirkju, men tá ið Peter O.K. Olofson gjørdist prestur í Fuglafirði, fór hann undir at halda gudstænastu í skúlanum í Funningsfirði og síðan tá hava funningsfjarðarfólk ikki havt fyri neyðini at fara avbygd í kirkju.

-Tað var nokk so trupult hjá funningsfjarðafólki, áðrenn vegurin kom til Elduvíkar. Vit fóru ofta við bát, ella var gingið eftir Hjøllum. Tí var tað eitt gott tiltak hjá Olofson at skipa fyri gudstænastu í Funningsfirði. Nú eru tað mong ár síðan, hann fóru úr prestagjaldinum og vit halda gudstænastu enn, sigur Hans Pauli Hansen, sum er føddur 9. apríl 1963.

-Vit hittast til gudstænastu í skúlanum, nú eru ongi børn í skúlanum longur, tey ganga í Runavík og hann stendur óbrúktur, næstan. Tað er ikki annað virksemi enn gudstænastan av og á og hon verðurbara hildin, tá ið prestur er. Deknarnir lesa ikki lestur. Mín uppgáva sum deknur er at lesa inngangsbønina og útgangsbønina og syrgja fyri, at alt er klárt, hanga sálmarnr upp og gera altarið klárt. Nú standa stólarnir og altarið permanent frammi.

-Eg byrjaði sum deknur um aldarskifti. Marius flutti til Havnar og eg bleiv biðin. Fyrr høvdu vit ætlanir um at gera eitt bønhús í Funningsfirði, men nú síðan skúlin er tómur, verður ikki nógv snakkað um tað. Vit eru umleið 50 fólk, sum búgva í Funningsfirði.

Hans Pauli hevur havt eitt fjølbroytt arbeiðslív. Hann byrjaði við útróðri. Pápi hansara var ein kendur útróðrarmaður. Síðan lærdi hann til sveisara á Skála Skipasmiðju og var í nøkur ár í byggivinnuni í felagnum hjá Dáva Jacobsen í Søldarfirði. Hann kom upp í alivinnuna og var við at framleiða smolt, til ILA sjukan mundi gjørt enda á føroysku alivinnuni, seinast í áttatiárunum. Síðan hevur hann arbeitt á Skipasmiðjuni í Havn og hevur verið sjálvstøðugur við gravmaskinum og seinast átta árini hevur hann starvast á asfaltverkinum á Sundi.

Hans Pauli er giftur við Lis Hansen úr Havn og tey eiga fýra drongir og onki barnabarn er komið enn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.