Skriva út

Hans Meinhard á Høgabóli

Hans Meinhard á Høgabóli
organistur
Miðvágs kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Hans Meinhard á Høgabóli hevur brent seg fastan í tilvitskuna hjá føroyingum, sum flogskipari og tyrluskipari hjá Atlantic Airways. Og kanska eru tað ikki so nógv, sum vit, at hann eisini spælir orgul og ferðast millum kirkjur at spæla til gudstænastur. Hans Meinhard er ættaður av Høgabóli í Runavíkar kommunu og vaks upp har. Hann er føddur tann 24. juli 1960.

-Eg flutti vestur, tá ið eg var 15 ára gamal. Mamma er úr Miðvági og pápi mín er av Høgabóli. Mær dámdi væl at flyta vestur og fall skjótt til.

-Eg byrjaði at læra at spæla orgul sum 13 ára gamal hjá Christian Hammer á Glyvrum. Eg gekk til orgul, hann hevur lært nógv at spæla. Og tá eg hevði gingið eina tíð hjá honum, spældi eg til onkra gudstænastu.

-Eg spældi nokk so regluliga í kirkjunum her í Vágunum frá 1985-1989. Eg arbeiddi tá hjá tyrlutænastuni sum flogskipari. Seinni fór eg at flúgva flogfør og tá var eg ofta burtur sunnudagar, og tá datt tað mest sum niðurfyri. Í dag spæli eg sum freelansari ella avloysari í Sandavági, Vestmanna og í Bø.

-Eg havi verið glaður fyri at flogið. Hetta arbeiðið hevur ført meg kring allan heim.

Hans Meihard er giftur við Josefinu Falkvard. Hon var fyrsti kvinnuligi snikkarin í Føroyum. Tey eiga ein son og eina dóttir og síðan hava tey fingið eitt barnabarn, ein drong sum er uppkallaður eftir Hans Meinhard.

Hans Meinhard er næstan eitt undantak í Vágunum. Hann hevur ongan seyð, men hann hevur bát og motorsúklu.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.