Skriva út

Hans Jón Juul Thomsen

Hans Jón Juul Thomsen
deknur
Hoyvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Hans Jón Juul Thomsen er ættaður av Tvøroyri, har hann bæði er føddur og uppvaksin, búsitandi í Hoyvík og er deknur í Hoyvíkar kirkju. Hans Jón er føddur 6. august 1973.

-Eg flutti av Tvøroyri sum 17 ára gamal. Fyrst til Havnar, har eg tók HF í Hoydølum og síðan á seminarium í Aalborg, har eg tók læraraprógv. Arbeiddi í Danmark til 2003 og flutti síðan heim aftur, og fekk starv sum lærari í Havn.

-Ólavur á Skipagøtu var varaskúlastjóri í Hoyvíkar skúla, tá íð eg tók við sum stjóri. Hann spurdi meg, um eg vildi avloysa sum deknur. Tað var siðvenja her í Hoyvík, at gott samstarv er millum kirkjuna og skúlan og tað hevur tað verið í nógv ár. Eg segði ja. Vit eru vælmannaði, ikki færri enn fýra deknar, sigur hann.

-Eg kenni meg væl í kirkjuni. Havi frá barnsbeini gingið í Tvøroyar kirkju við ommu, og hon var so stolt, tá íð eg gjørdist varaskúlastjóri. Eg kann ikki ætlað, hvat hon hevði sag nú eg eri deknur. Hon hevði stóra virðing fyri kirkjuni, sigur hann.

-Vit eru ein samansett familja, konan Bjørg átti trý børn og eg tvey, tá íð vit hittust. Vit eru maður og kona sum eiga fimm børn. Hon er lærari og arbeiðir í Hoyvíkar skúla og eg eri stjóri hjá henni, sigur hann.

-Eg fari at halda fast við at vera deknur. Her er næstan altíð prestur og tað er sjálvdan, at vit lesa lestur. Eitt nú hevur ongin lestragudstænasta verið síðan eg byrjaði sum deknur fyrst í 2020.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.