Skriva út

Hans Jørgin Nysted

Hans Jørgin Nysted
klokkari
Hvannasunds kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Hans Jørgin Nysted hevur verið klokkari í Hvannasunds kirkju síðan 2004. Kirkjuráðið heitt á hann og spurdi, um hann hevði hug at røkja klokkuna, hann játtaði og er framvegis klokkari. Hans Jørgin er føddur 31. oktober 1955.

-Abbi mín ringdi av og á, annars er tað ikki siðvenja at vera klokkarar í okkara familju, sigur Hans Jørgin Nysted.

-Kirkjan hevur stóran týdning fyri okkum. Eg eri komin nógv í kirkjuna, síðan eg var smádrongur. Eg var altíð við pápa í kirkju, sigur hann.

-Eg gavst at sigla í 2002 og síðan tá havi eg verið kommunumaður. Kom í fast starv í 2005. Tað er nógv at takast við í eini kommunu, barnagarður, skúli og nógv vatn og kloakkaarbeiði. Vegin til Múla eigur landið, heilt inn til bygdina. Tað er bara eitt lítið petti, sum kommunan eigur inni í sjálvari bygdini og tað taka vit okkum av.

Um tunnilin ikki kom til Klaksvíkar í sekstiárunum í farnu øld, hevði støðan verið akkurát tann saman í kommununi sum í Múla. Her hevði verið oyðið. Tað vóru línubátarnir sum gjørdu, at smábygdirnar í Norðoyggum næstan doyðu út, sigur hann.

Konan eitur Petra Hendriksen, nú Nysted úr Klaksvík. Vit eiga tríggjar dreingir og átta barnabørn og allar gentir. Stuttligt, vermamman eigur eisini átta barnabørn og teir eru allir dreingir, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.