Skriva út
Hans Jacob Niclasen

At stava frá eini doyggjandi bygd er altíð hugstoytt. Tað var ikki av góðum huga, at Hans Jacob Niclasen úr Hesti flutti til Havnar í 1998. Tá var hann 41 ára gamal, ein maður í bestu árum. Hans Jacob fór til Havnar at skera stál á Tórshavnar Skipasmiðju og tað ger hann enn.
Hann tekst eisini við annað fyrifallandi arbeiði á Skipasmiðjuni, sum nú kallast MEST og hann letir væl at arbeiðsplássinum. Hann flutti frá einum starvi í Hesti sum keypmaður og fiskakeypari, eitt starv, sum hevði verið í familjuni leingi. Hann fekk óunniliga leiklutin at seta lykilin í hurðina og stongja fyri hesum virksemi. Hans Jákup er føddur 28 juni 1957.
-Tann stutta søgan er skjótt søgd. Eg fekkst við handil og fisk og grundarlagið fór undan. Fólkið flytur og ring fiskiár í nítiárunum í farnu øld. Og í eini tómari bygd eru heldur ongin kundar til handilin og tað gav seg sjálvt.
-Ein partur av mær er framvegis í Hesti og eg eri nógv har úti. Eg varð pressaður til at flyta, eg varð noyddur og tað svíður. Og eri eg í Hesti, tá eri eg eisini kirkjutænari.
-Eg kom rættuliga ungur upp í kirkjuarbeiði. Varð valdur í kirkjuráðið longu sum 17 ára gamal. Eg var for ungur, og tað var vistnokk ikki heilt lógligt. Eg hevði øll størv í kirkjuni, klokkari, deknur og forsagnari, tá ið ongin var at spæla urgu. Tá íð Árni Nybo gavst, fór eg at lesa fast eitt tíðarskeið. Og tá íð eg fór at vera meira í Havn, tók Ebbe Rasmussen yvir.
Hans Jacob er giftur við Erlu Matras Jensen. Tey eiga fýra gentir og enn eru ongi barnabørn komin.