Skriva út

Hans Fuglø Christiansen

Hans Fuglø Christiansen
organistur
Hvannasunds kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Hans er uppvaksin í Norðdepli og flutti í 2004 til Hvannasunds. Hann er ungur urguleikari og spælir í kirkjuni í Hvannasundi. Hans er føddur 11. desember 1992.

-Hetta er annað árið at eg spæli í kirkjuni. Eg byrjaði at spæla upp á orgul, tá ið eg var 11 ára gamal. Eg spæli ikki fast eftir nótum, havi gott gehør, sigur Hans Fuglø Christiansen.

Tað fellur Hans natúrligt at gera tænastu í kirkjuni og hann trívist. Og lívið er annað enn at senda sálmaløg út í kirkjurúmið. Dagliga er Hans smoltalari og hann er í tænastu hjá Bakkafrost.

-Eg arbeiði á smoltstøðini á Norðtoftum. Tað er eitt gott arbeiði, vit hava góð kor og stóra fríheit at leggja arbeiði tilrættis. Eg trívist, sigur hann.

-Eg eri virkin í okkara bygdasamfelag. Eg eri valdur í bygdaráðið í Hvannasunds Kommunu og tað er eitt sindur øðrvísi enn at sita uttanfyri. Nú havi eg ábyrgd og eg má viðganga, at tað er eitt sindur torført at halda øll vallyftini, men vit royna okkara besta. At sita í bygdaráðnum merkir, at vit luttaka í nakað av fundarvirksemi og nevndararbeiði fer eisini við nakað av tíð,  sigur hann.

Hans er giftur við Tanju Tróndarsson úr Hvannasundi. Tey eiga tvey børn, drong og gentu. Tey hava keypt hús í Hvannasundi og Hans ætlar sær at halda fram við at vera organistur.

-Mær dámar væl at spæla í kirkjuni, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.