Skriva út

Hans Frederik (Hassi) Johannesen

Hans Frederik (Hassi) Johannesen
klokkari & deknur
Kollafjarðar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Hann er 93 ára gamal, konan er 92, tey búgva enn saman, eins og tey hava gjørt tey seinastu 73 árini. Av kollfirðingum verður hann kallaður Hassi og doypta navnið er Hans Frederik og soleiðis kallar bara konan hann. Vit sita inni í húsum teirra á Mørk í Kollafirði. Her hava tey  búð síðan 1946 og í 1980 varð viðkað um húsini. Nú eru tey tvey eini og eiga ikki færri enn átta oldurbarnabørn.

-Eg varð biðin til klokkara í 1950. Jens á Miðgerði fór frá og eg tók við eftir hann. Eg var sjómaður og vit høvdu varaklokkara. Hetta var í ringastu tíð, Sjóvinnubankin fór á heysin og nógv setti seg bara niður at gráta. Men onnur spentu seg út og fóru av landinum at vinna pening, har tað loysti seg best. Og hetta førdi meg bæði til Íslands og til Grønlands.

-Eg havi verið leingi í kirkjunnar tænastu. Eg sat í 28 ár í meinigheitsráðnum, sum kirkjuráðið varð kallað tá. Í 20 ár var eg kirkjuverji og hevði ábyrgd av kirkjuni og sjálvum tí verðsliga bygninginum. Eg skuldi standa til svars fyri próstinum , tá hann annað hvørt var og sýnaði kirkjuna. Eg skuldi eisini syrgja fyri, at vín og breyð var í kirkjuni og annað.

-Og eg varð biðin til dekn og deknastarvið skaffaði meira arbeiði og tú skuldi ganga høgt upp í tað, skuldi tað eydnast. Eg brúkti klokkuna at miða meg eftir, tá ið eg læs heima. Eg legði urið á borðið og so hugdi eg eftir um eg læs for týtt ella for sakta. Eg læs lestrarnar hjá Próst Dahl, teir vóru teir bestu. Fyri meg var tað deiligt, tá tey ungu eftir gudstænastu komu til mín og søgdu. “Hvat er tað ikki deiligt, tá ið tú lesur.” Tá gav deknastarvið meining. Prestatilhaldið var eisini hjá okkum, sigur Hassi, sum í 37 ár tilsamans hevur verið í kirkjunnar tænastu.

Kona mín Silvurlín er av tí góða gamla Miðgerðaslagnum og væl hevur gingið millum okkum, vit hava nú verið saman í 73 ár. Eg eri sannførdur um, at har kærleikin fær leysar teymar, har byggir hann upp. Vit fingu seks børn saman og tíverri eru bara fýra á lívi.

-Eg var sum sagt klokkari og deknur. Sum klokkari skuldi ordan vera í. Sunnidag metti mann tíðina eftir kirkjutorninum. Klokkan níggju var bara ein lúka opin, tá ið vit ringdu, klokka tíggju tvær, klokkan 11 tríggja og fýra klokkan tólv. Fólk kikaðu so eftir torninum.

-Fyrr var tað soleiðis, at skriftarmálið var undan gudstænastuni , klokkan 11:50 og altargangurin undir gudstænastuni. Her var hildin ein heilt stutt prædika. Men hetta var avlagt í 1980. Eftir skriftarmálið var ringt klokkan 12, hetta varð kallað at ringja av prædikustólinum.
Mær dámdi ikki, at siðurin við skriftarmálinum var avtikið. Prestur spurdi meg, men eg helt, at hann skuldi eiga avgerðina sjálvur, hann er skiparin í kirkjuni og eg eri einans stýrimaðurin.

-Vanligt var hjá okkum, tá ið eg var ungur, at lík ikki vóru borin í kirkjuna, men fóru beinleiðs úr heiminum og í kirkjugarðin. Man ringdi, tá ið líkfylgið kom undan. Hesin siður varð broyttur við nýggjum presti í 1952.

Undir barnadópi, sum varð hildin eftir gudstænastuna, skuldu avvarðandi biða um ringing, annars var ikki ringt. Hetta var heilt fram til 1952. Tá kom nýggjur prestur, sum legði barnadópin inn í gudstænastuna. (Samrøðan var gjørd í september 2015).

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.