Skriva út

Hans Erik Djurhuus

Hans Erik Djurhuus
deknur
Bønhúsið í Søldarfirði

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Næstu ferð Hans Erik fyllur, verður hann 88. Hann er føddur 17. juli í 1928 og hann er einkjumaður og tað hevur hann verið síðan konan Klara doyði í 2009. Hans Erik kennir seg eitt sindur parkeraðan av lívinum í heiminum, sum hevur verið karmur um hansara langa lív, síðan hann kom til mans. Klara er ikki á lívi, men hon er her allíkavæl. Hon hevur skapt hetta heimið innan og uttan og hann verður dagliga mintur á hana á myndunum á veggjunum.

Hans Erik er ikki hvør sum helst, hann hevur verið deknur í Bønhúsinum og hann er kendur sum stigtakari, hann er tað man kallar ein íverkseti. Hann var tann allarfyrsti, sum hevði ein sjálvtøkuhandil í Føroyum saman við makkaranum Hans Alberg Weihe, sála. Og tá ævin hjá hesum handli í Søldarfirði var av, settist hann ikki hendur í favn, men byrjaði tann fyrsta PE handilin í Havn, nú eru sjey PE handlar kring landið og tað er sonurin Hans Petur, sum stendur fyri hesum.

-Eg og Klara høvdu so nógv saman, eisini í bønhúsinum. Vit høvdu sunnudagsskúla í 40 ár og hon spældi orgul í bønhúsinum, sum fyrr var eitt missiónshús. Hon spældi væl og ikki eftir nótum, einans gehør.

-Eg og Hans Alberg tóku handilin og reiðaravirksemið eftir Petur Weihe, sum hevði verið keypmaður og vinnulívsmaður her í mong ár. Tá var bæði skip og fiskaarbeiði. Tað gekk upp og niður. Vit arbeiddu saman í nøkur ár og so fóru vit sundur. Sjálvtøkuhandilin, sum var nýbygdur av nýhugsan og væl bar til. Eg minnist at Tollaksmessudag í 1965 seldi handilin fyri 85.000 krónur. Tað vóru nógvir pengar tá, sigur Hans Erik Djurhuus.

-Eg eri søldfirðingur og tað var Klara eisini. Eg vaks upp úti í Byrgi, mamma var ættað hagani og pápi var ættaður av Gjaranesi á Strondum.

-Vit vóru rættuliga virkin í missiónini. Tá ið eg varð konfirmeraður, meldaði eg meg upp í Bláa Kross. Avhaldsfelagið fevndi um Søldarfjørð og Skipanes. Eg var formaður í 20 ár.

-Vit høvdu missiónshús í Søldarfirði og tað var tann navnframi Victor Danielsen, sum byrjaði at halda gudstænastu í missiónshúsinum. Seinni gjørdust hann og prestur ósamdir og tað
endaði við at hann meldaði seg úr fólkakirkjuni og fór upp í Brøðrasamkomuna.

-Sum heilt ungur var eg til skips. Fyrsta skipið var Saltoyra og eg sigldi fram til 1958, tá ið vit yvirtóku handilin, tá gjørdist eg heimamaður.

-Vit byrjaðu at koyra vørur út til fólk, tað var ókent tá. Vit vóru ungir og vildi víðka handilin. Eg skeyt upp, at vit eisini royndur at koyra vørur úr á Toftum. Men tá segði gamli Petur Weihe bums nei. Hann vildi ikki vera við til, at vit gjørdu okkum inn á aðrar og handlar vóru á Toftum. Her skuldi vera fair play. (Samrøðan var gjørd í februar 2016).

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.