Skriva út

Hannebeth Garðalíð

Hannebeth Garðalíð
deknur
Húsa kirkja
Hannebeth Garðalíð er ein ógvuliga virkin kvinna. Hon býr á Húsum saman við manninum Magna Garðalíð og tey liva av at gera mat til ferðavinnuna, til veislur og til fyritøkur. Og umframt matgerðina, hevur hon eisini stundir at vera deknur í Húsa kirkju. Hannebeth er fødd 7 august 1962.

-Eg eri fødd og uppvaksin á Húsum. Eg var burtur á ungum árum og havi annars búð á Húsum stóran part av lívinum.

-Eg gjørdist ikki kirkjutænari av tilvild. Eg eri uppvaksin við at ganga í kirkju. Abbi mín var deknur og pápi sat í kirkjuráðnum. Eg spældi eisini onkuntíð orgul í kirkjuni sum ung.

-Hetta hevur heilt natúrligt fyri meg at gera tænastu í kirkjuni. Eg havi verið avloysari sum deknur. Seinastu árini havi eg verið tarnað av sjúku, men eg eri framvegis tøk. Eg eri ikki bangin fyri at standa fram fyri fólki. Mær dámar best at vera spontan. Um eg fyrireiki meg alt ov væl, kann eg gerast bangin og tá fari eg at lesa skeivt. Tað er heldur ikki altíð so lætt at lesa, teksturin kann vera tungur og onkuntíð óttist eg fyri at missa tráðin. Men tað er hugaligt í Húsa kirkju, tí hóast vit eru fá, eru fólk røsk at ganga í kirkju. Tey eru øll her, børn og vaksin, sigur Hannebets Garðalíð.

-Arbeiðið fer við nógvari tíð. Meðan stóra alistøðin hjá Bakkafrost hevur verið bygd Við Strond hava vit gjørt døgurða til 160 fólk har hvønn dag. Hetta er spennandi arbeiði, men langir og strídnir dagar. Vit fara av Húsum klokkan sjey um morgunin og eru ikki aftur fyrr enn klokkan sjey um kvøldið Umframt Bakkafrost, gera vit eisini mat til ferðafólk í Kalsoynni. Føroyingar vilja helst hava føroyskan mat og útlendingarnir drekka mest cappochino ella øl á matstovuni hjá okkum.

-Eg og maðurin eiga hvør síni tvey børn og sjey barnabørn.