Skriva út

Hanna Klettskarð

Hanna Klettskarð
deknur
Skúlin í Haraldsundi

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Í dag er langt í millum deknagudstænasturnar í skúlanum í Haraldsundi og hetta kemst av, at umstøðurnar broytast støðugt í lívinum og at onki stendur í stað. Hóast tað, so eru deknar enn í Haraldsundi og teir eru klárir at taka fatt, um boð er eftir teimum. Ein av deknunum er Hanna Klettskarð og hon er fødd 22 februar 1960.

-Símin Petur Rasmussen hevði lisið í 42 ár í skúlanum og hann orkaði ikki meira og so var heitt á meg. Tað var Anna Hvannastein, sum bað meg. Hon hevði sunnudagsskúlan um hendur. Vit hava lisið síðan og nú er longri millum deknagudstænasturnar her hjá okkum. Alt broyttist við tunnlinum millum Haraldsund og Kunoy, sum kom í 1988. Vit hildu fram við regluligari deknagudstænastu aftaná at tunnilin var komin og prestur var eisini. Men her var ikki altargongd og nú er sum sagt longri í millum, at vit halda deknagudstænastu í gamla skúlanum, sum varð bygdur í 1930. Tá íð prestur er í Kunoyar kirkju er altíð altargongd. Fyrr var tað soleiðis, at fólk úr Haraldsundi fóru antin til gongu ella í báti til Kunoyar til altars og soleiðis er tað framvegis, tó nú verður bilurin nýttur, sigur Hanna Klettskarð.

Hanna eigur fýra børn og trý barnabørn. Hon arbeiðir í dag sum heilsurøktari á Eysturoyar Ellis og Røktarheimi. Hon hevur arbeitt fyrr á ellisheiminum í Runavík, men eitt skiftið var hon á Heiminum við Vágna í Klaksvík og nú er hon aftur í Runavík. Hon hevur eisini verið eitt skiftið á Vistarheiminum í Klaksvík og har var hon eisini deknur.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”