Skriva út

Hallur Syderbø

Hallur Syderbø
deknur og klokkari
Húsa kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Eins og tey flestu ungu á Húsum, hevur Hallur Syderbø gjørt tænastu í Húsa kirkju. Hann hevur bæði verið klokkari og deknur. Hallur er føddur 4. november 1989.

-Eg eri ikki tænari í kirkjuni longur. Eg arbeiði í Norra og pendli millum Danmark og Norra. Eg arbeiði sum elektrikari í Norra, men hetta fer skjótt at enda. Komandi ár fari eg at lesa víðari til automatikara, sum er ein víðari útbúgving frá elektrikara og sum hevur við automatik at gera, sigur Hallur Syderbø.

-Skúlabørnini á Húsum hava verið hildin til at gera tænastu í kirkjuni og tað var á hendan hátt, at eg kom at gerast tænari. Eg havi lisið inngangsbøn og útgangsbøn og børnini vóru eisini hildin til at lesa jólaevangeliið. Enn havi eg ikki roynt at lisið lestur. Tá íð prestur er, hjálpi eg honum at koma í messuakulin og eisini við altarborðið. Babba er klokkari og enn havi eg ikki roynt at ringja til gudsstænastu. Klokkan er vanskelig og ringir man ikki rætt, er mann og ógvusligur, kann klokkan fara runt, sigur hann.

-Vit eru átta systkin og fleiri av okkum hava verið kirkjutænarar, sigur hann.

-Orsøkin til, at eg eri í Danmark og ikki í Føroyum er, at eg eri einligur pápi at tveimum smábørnum og at mamman býr niðri. Skal eg vera saman við børnunum, má eg vera, har tey eru, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.