Skriva út

Hallfríð Hammer í Hjøllum

Hallfríð Hammer í Hjøllum
deknur
Fríðrikskirkjan

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

“Eg eri ættað av Hamri á Toftum, búgvi í barnaheiminum. Pápi er deyður og mamma býr í kjallaranum. Eg eri lærari í Toftaskúla, útbúgvin lærari í 2016, sigur Hallfríð Hammer í Hjøllum, sum er fødd 15. januar 1982.

-Eg eri útbúgvin krambakvinna í Jungmann. Eg søkti um at sleppa inn á læraraskúlan, áðrenn eg fór at starvast í handli, men tað gekk ikki í fyrstu atløgu. Tá skuldi tú ganga í skúla 40 tímar um vikuna, og tað riggaði ikki saman við smáum børnum og einum sjómanni. Læraraútbúgvingin broyttist seinni til bachelor, soleiðis at tað bar til hjá mær at luttaka. Tá íð eg fór at arbeiða í Jungmann gekk ein tíð og eg fekk bjóðað lærupláss í handlinum. Eg fekk prógv, og dámdi væl í handlinum, men so knappliga doyði eigarin, Hans Anton av Strondum og eg varð arbeiðsleys, sigur Hallfríð Hammer í Hjøllum.

-Ein dagin møtti eg Ova Brim, presti og hann spurdi meg, um eg vildi vera kirkjutænari, um eg vildi vera deknur, eg segði ja, tí mær dámar væl tænastuna í kirkjuni. Eg hugsaði, her eri eg konfirmerað, gift og dreingirnir eru doyptir í kirkjuni. Her hoyri eg heima. Eg læs lestur fyrstu ferð á Hvítusunnu í 2017, sigur hon.

-Eg eri heimkær og trívist væl, har eg eri. Nú eru fimm deknar at býta tænastuna millum okkum. Tað ganga nógv fólk í kirkju í Fríðrikskirkjuni, eini 100 ein vanligan sunnudag, sigur hon.

Hallfríð er gift við Rúna í Hjøllum og hann siglir við Høgaberg. Tey eiga tríggjar synir.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.