Skriva út

Hákun Dam

Hákun Dam
deknur
Christianskirkjan

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Hákun er føddur og uppvaksin í Havn. Mamma hansara er úr Elduvík og pápin er av Sandi. Hann møtti konuni Margee, sum er úr Klaksvík og á hendan hátt kom hann til Klaksvíkar, her hann er deknur og hevur búð meginpartin av lívinum í Klaksvík. Hákun er føddur 8. januar 1963.

-Vit fluttu sum nýgift inn hjá verforeldrunum í Klaksvík. Eg arbeiddi 17 ár á Tryggingini og síðan fór eg í Sparikassan. Í 1994 bað Henning Bøgesvang meg um at gerast deknur. Eg læs fyrstu ferð til eina føstugudstænastu upp undir páskir í 1994, sigur Hákun Dam.

-Eg eiti eftir abba mínum á Sandi. Hann var lærari á Sandi í eitt mannaminni og deknur í mong ár. Eg minnist sum 10 ára gamal, at eg onkuntíð bar dópsvatnið fyri abba í kirkjuna, sigur hann.

-Mær dámar væl at vera kirkjutænari. Og hevur prestur frí, lesa deknarnir lestur. Hetta hendir nakrar ferðir um árið. Vit hjálpa eisini til við altargongdini, geva kirkjufólkinum breyð. At tænastan betýðir nakað fyri onnur, ger, at hon eisini hevur týdning fyri meg sum tænara. Í Christianskirkjuni hendir nógv. Tað er vanligt, at yvir 20 ymiskar handlingar eru í kirkjuni um mánan. Seinasta mána vóru vit 26 ferðir í kirkjuni, tað er næstan hvønn dag, sigur han.

-Eg og konan Margee eiga ein son og ein abbason.

-Eg lærdi á skrivstovuni á Skipasmiðjuni í Havn. Eg lærdi hjá Poul Mohr og tað er ein tíð, sum eg minnist aftur á við einum smíli, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.