Skriva út

Gutti Petersen

Gutti Petersen
organistur
Bíggjar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Gamla danska seminariulógin áleygi lærarum at spæla upp á minst eitt ljóðføri. Føroyskir lærarar skuldu antin kunna spæla upp á orgul ella violin. Og tað var soleiðis, at orgulspæl í føroyskum kirkjum mentist. Gutti Petersen hevur spælt í Bíggjar kirkju ein stóran part av lívinum. Hann er bíggjarmaður og er føddur 28. februar 1939.

-Eg fór á læraraskúla í seinnu helvt av fimtiárunum í farnu øld og tók prógv í 1962. Hetta gekk fyri seg í Havn. Í fyrstuni spældi eg eitt sindur í kirkjuni og helt tað viðlíka, sum eg hevði lært á læraraskúlanum, men so keypti eg mær sjálvur orgul, og tá kom gongd á. Eg hevði Hjalmar Hátún sum orgullærara. Hann var bíggjarmaður og var giftur við ommusysti míni.

-Eg kom at starvast á Giljanesi, sum lærari og hetta gjørdist mítt lívsstarv. Eg fór frá, tá ið eg fylti 60 ár. Eg búgvi í Sandavági og koyri út til Bíggjar at spæla urgu. Eg eri einsamallur og spæli eg ikki, er ongin at spæla. Tá eg havi forfall plagar beiggi mín at syngja fyri.

-Tú má vera væl fyrireikaður sum organistur og stóran týdning hevur tað at fáa sálmarnar í góðari tíð. Hetta hevur verið ólønt arbeiði, men mær hevur dámt at spæla í kirkjuni. Eg gavst sum lærari ungur, eg kundi verið nøkur ár aftur at, men oyruni vóru farin at bila, og tí valdi eg at gevast. Tey næstu trý árini var eg tó ofta vikarur.

Gutti er giftur við Frígerð. Tey eiga tvey børn, drong og gentu. Í fyrru giftu eigur hann eina dóttir og hon eigur børn.

-Eg havi spælt í 25 ár og eri avloysari í dag. Vit fingu pípuorgul í 1991. Kruse hevur bygt tað.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.