Skriva út

Gutte Guttesen

Gutte Guttesen
klokkari
Bíggjar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Gutte og Jógvan eru vanlig nøvn í familjuni hjá Gutta Guttesen úr Bø og kirkjutænarar hava verið í familjuni, so langt aftur søgan veit at siga. Ein kallaðist fyri “silvursmiðurin” og hann var ættaður úr Mykinesi. Gutte Guttesen er klokkari og hann er føddur 13. januar 1954.

-Mammubeiggi mín, Viggo Jacobsen, var klokkari. Eg plagdi at ringja fyri hann sum heilt ungur. Bíggjarmenn hoyrdu, tá ið eg ringdi, tí klangurin var ikki tann sami, sum tá ið Viggo ringdi. Eg havi ringt fast seinastu 20 árini, sigur Gutte Guttesen.

-Klokkaraarbeiði er pliktarbeiði fyri meg og eg trívist við tí. Eg elski at sita í kirkjuni og njóta friðin. Tað er gott at sita har og ongin kann forstýra teg.

-Eg havi arbeitt sum sjálvstøðugur enteprenørur. Í 2007 keypti eg meg inn í Articon, og har eri eg enn.

-Gutte býr í Bø. Hann er giftur við Jónvør, hon er ættað úr Miðvági. Tey eiga fýra børn og trý barnabørn. Og stóri áhugin hjá Gutta er seyðurin.

-Eg eigi 38 ½ gyllin. Hetta er jørð, sum er arvað og keypt. Her hjá okkum ganga tvey á gyllinin. Eg røkti í trimum hagapørtum saman við øðrum. Talan er um 360 seyðir. Hetta hevur verið áhugavert arbeiði og tað hevur gingið. Vit fóðra slett ikki. Hagarnir eru Teigarnir í Sørvági, Á Víkum, Ryggsvík og við Ryggin. Av vikaseyðinum fáa vit mest javntgóða kjøtið.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.