Skriva út

Gunnvør Niclasen

Gunnvør Niclasen
deknur
Bíggjar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Gunnnvør Niclasen hevur verið deknur í Bíggjar kirkju í mong ár og hon er enn. Hon byrjaði longu í 1986, tá íð Steingrim Guttesen ikki orkaði meira. Gunnvør er fødd 13. november 1950.

-Eg var eitt sindur bangin í fyrstuni, um eg nú dugdi, men eg vandist skjótt við. Tað er at lesa nakrar ferðir, so gerst ein róligur og so gongur alt nógv lættari. Steingrim var vorðin gamal, tá ið hann fór frá. Kirkjutænararnir eru nær í slekt og sonur mín er eisini klokkari.

-Eg velji millum lestrarnar og taki tann mær dámar best hvønn sunnudag. Fyri meg er tað neyðugt at fyrireika meg væl, undan gudstænastuni. Eg lesi fleiri ferðir í gjøgnum.

-Og fyri meg er kirkjan ikki nógmikið. Eg komi eisini í missiónshúsið Libanon í Sørvági. Tað er gott, at vera í andaligum felagsskapi og tað er gott at koma saman aftan á møti til drekkamunn og prát.

Gunnvør er gift við Edvard Niclasen. Hann er ættaður úr Miðvági. Tey fluttu til Bíggjar, tá hann var 14 ár. Vit eiga fýra børn og eina pleygudottur. Hon var 13, tá ið hon kom til Gunnvør búgva.

-Eg arbeiði á vøggustovuni í Sørvági. Eg arbeiddi í dagpleygu fyrr, men hon var flutt til Sørvágs og eg flutti við. Tá íð børnini vóru smá, var eg heima. Annars havi eg nokk at takast við, eg eigi 12 barnabørn og mær dámar væl at binda.

-Eg og Jóannes Petersen hava skiftst um at verið deknar og tað gera vit enn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.