Skriva út

Gunnvør Dam Jensen

Gunnvør Dam Jensen
deknur
Kollafjarðar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eideagaard

Gunnvør er bóndi á Sjóvargarði í Kollafirði. Hon arbeiðir eisini við lívstryggingum, er útbúgvin innan hetta fakið og tá íð lívstryggingin ikki rættuliga gevur meining meira, fylgir hon kollfirðingum á teirra seinastu ferð í kirkjuna, har hon er deknur.

-Fólkakirkjan er alt for anonym og hetta kemst av, at hon er so breið. Man skal hava respekt fyri, at øll ikki hugsa eins, men man skal ikki vera bangin fyri debatti, sigur Gunnvør, sum eisini hevur verið virkin í øðrum kirkjuligum arbeiði. Hon hevur sitið í 14 ár í bispadømisráðnum, sigur Gunvør Dam Jensen.

Gunnvør er festibóndi á helvtini av gamla garðinum við Sjógv í Kollafirði. Hetta var ein 12 marka garður sum í 1800 talinum varð koyrdur í helvt og garðarnir komu at eita Sjóvargarður og Tinggarðurin fremra helvt. Ein søguligur garður, sum eisini hevur týdning fyri okkara mentan. Áarsstovubrøðurnir Hans Andrias og Janus høvdu ættbond higani, her Sjóvarbóndin sat og yrkti.

-Eg eri so heppin, at maður mín Eyðun Jensen, sum er ættaður úr Leynum tímir væl at fáast við seyð og eg stóð til garðin. Tað var mammubeiggi mín, sum var ógiftur, sum var festari, áðrenn eg tók við. Tað ganga 40 á mørkina. Vit geva um veturin, tí hagin er minkaður av allari byggingini. Og mær dámar væl frælsið at fara í hagan.

-Eg havi arbeitt á Lívstryggingini síðan 1980 og havi tikið útbúgvingar á danska tryggingarakademinum.

Gunnvør og Eyðun eiga tvey vaksin børn. Dótturin er sjúkrasystur og sonurin hevur handilin Við Sjógv í Kollafirði. (Samrøðan var gjørd í september 2015).

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.