Skriva út

Gunnar Joensen

Gunnar Joensen
organistur
Norðskála kirkja

Gunnar Joensen úr Hvalvík er eitt kent andlit í Sundalagnum, hvat orgulspæli viðvíkur. Hann er kendur urguspælari í kirkjunum á Norðskála, í Hvalvík og í Hósvík. Í dag er musikkskúli kring landið og børn læra at spæla longu í skúlanum. Soleiðis var ikki, tá Gunnar var barn. Hann er føddur 6. juli 1948. Men ein smakk av tónleiki fekk hann tó í skúlanum.

-Vit høvdu Eilif Samuelsen, sum lærara í Hvalvík í nøkur ár og hann lærdi okkum eitt sindur um tey ymisku ljóðførini, eisini um urguna. Og tá ið eg sum vaksin kom á læraraskúla, visti eg um nótar. Eg fór á lærarskúla sum 19 ára gamal í 1967 og tá var tónleikur eitt tvungið ella obligatoriskt fak. Vit skuldu læra at spæla okkurt. Tað vóru tríggir møguleikar, violin, klaver og blokkfloyta. Eg valdi violin og klaver, sigur Gunnar Joensen.

-Og sum vaksin fekk eg hendur á einum orguli. Tað var gamla kirkjuorgulið í Hvalvíkar kirkju. Ein vinmaður hjá mær hevði fingið tað og hann gav mær tað. Nú fekk eg møguleika at venja og mær dámdi at sita við urguna.

-Hinvegin, so havi eg sagt ja til at vera organistur, tí tørvur er á tí. Slapp eg frá, gav eg uppgávuna frá mær. Uppgávan er stór og eg eri ikki útbúgvin organistur. Eg kenni hetta sum eina samfelagsliga ábyrgd. Kann eg gera mítt til at ein sovorðin partur av trúarlívinum virkar, tá geri eg tað fegin.

Gunnar Joensen tók læraraútbúgvingina í 1972 og var lærari fram til 1986. Tá gjørdist hann bankamaður og hann er bankamaður enn.

Í tíðarskeiðinum Gunnar hevur verið organistur, er hann eisini sloppin at njóta nýggj orgul.

-Í Hvalvíkar kirkju fingu vit eitt orgul frá Verland, tað var eitt stórt framstig. Í Norðskála kirkju stendur eitt orgul frá Frobenius. Tað er bygt í 1963 og varð sett upp í Norðskála kirkju um aldar skiftið. Eg gavst sum organistur í Hvalvík í 1997 og havi skiftst við aðrar organistar her á Norðskála síðan 1994 og her eri eg enn. Eitt skiftið var eg eisini einasti organistur her, men familjan talaði at, tí tað var for bundisligt, sigur Gunnar Joensen.

Í frítíðini tekst Gunnar eitt nú við seyð. Hann hevur eina hálva mørk í Toftadalshaga sunnanfyri Hvalvík.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.