Skriva út

Gullbrand Olsen

Gullbrand Olsen
deknur
Hósvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Síðan 1993 hevur hósvíkingurin Gullbrand Olsen búð í Danmark. Hann hevur verið okkurt skifti heima aftur, men hevur búð niðri næstan samanhangandi. Hann og konan búðu í Jyllinge og eftir at hon doyði, flutti hann til hugnaliga býin Roskilde, har hann býr einsamallur í eini eigaraíbúð mitt inni í býnum. Gullbrand er føddur 8. mars 1951.

-Eg møtti konuni Petru Petersen, ættað úr Oyndarfirði, í 1978. Vit fluttu saman í Hósvík og bygdu har. Vit búðu í Hósvík, tá íð eg varð biðin til dekn. Eg var heimamaður í nøkur ár og arbeiddi á Trolvirkinum á Toftum. Eg mundi vera á virkinum í eini fýra ár og hesi árini var eg eisini deknur, sigur Gullbrand Olsen.

-Eg var rættuliga spentur, tá íð eg varð biðin til dekn, og segði ja. Eg havi altíð gingið nógv í kirkju. Pápi mín, Tórður, var klokkari í mong ár og vit brøðurnir hjálptu honum í torninum. Tað var heilt natúrligt fyri meg at gerast kirkjutænari. Eg avloysti Hans Petur í Brekkunum sum deknur, sigur hann.

-Vit vóru eisini eitt ár í heimbygdini hjá konuni Oyndarfirði og róku Fjallsgarð, sum tá var eitt ferðamannaheim. Hetta var eitt spennandi ár við ferðavinnuvirksemi og skeiðsvirksemi. Hetta árið var eg eisini deknur í Oyndarfjarðar kirkju, tað var kirkjuráðsformaðurin Erling Mortensen, sum bað meg.

-Tað var ikki nakar serligur munur á at vera deknur í Hósvík og í Oyndarfirði, einasti munurin var, at í Hósvík valdi eg sálmarnar, meðan organisturin tók sær av hesum í Oyndarfirði tá. Tað er ein avbjóðing, at vera kirkjutænari, tað krevur í hvussu er, at ein møtir upp, sigur hann.

-Petra doyði fyri nøkrum árum síðani eftir drúgva sjúkralegu av krabbameini. Vit áttu hvør sítt barn, tá íð vit møttust og fingu trý børn saman. Tað er vorðið til níggju barnabørn og eitt langbarnabarn er áveg. Børnini búgva nærhendis og vit síggjast javnan. Eg eri heldur ikki heilt einsamallur, eg havi eina vinkonu, men vit búgva ikki saman, sigur hann.

-Eg havi siglt alt mítt lív, eri navigatørur og havi verið skipari fyri tað mesta. Eitt skifti var í landi hjá Skipafelagnum. Eg eri framvegis skipari og sigli við tænastuskipum, sum røkja vindmyllur her í Danmark. Mær dámar væl at siglað, tað er skipað arbeiði, nú nærkast pensiónin og eg veit ikki heilt, nær eg gevist, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.