Skriva út

Gudny Hentze

Gudny Hentze
deknur
Sands kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Tá íð hendan samrøðan varð gjørd í marts 2017 gekk Gudny Hentze á seinasta árinum á Føroya læraraskúla. Hon er nú útbúgvin lærari og lærari í Sandoynni í dag. Gudny er fødd 22. oktober 1973.

-Eg byrjaði sum deknur í 2011. Vit eru fýra deknar, sum skiftast. Fridrika Jensen spurdi meg og eg segði, at tað kundi eg hugsa um. So var knappliga brúk fyri einum dekni og eg leyp út í tað, sigur Gudny Hentze.

-Eg geri mær ómak at lesa uppá, tó, tað er ikki so nógv fyrireiking. Summir tekstir eru tvørligir, snediga uppsettir, ikki altíð lætt at lesa, undarlig orð, sigur hon.

-Eg havi arbeitt á flakavirki og gingið við posti. Í 2013 slapp er inn á læraraskúlan. Áðrenn var eg í eitt ár stuðul hjá einum næmingi í Skálavíkar skúla í eitt ár. Eg eri ættað úr Skálavík. Nú eg gangi á læraraskúlanum spyrja fólk javnan, hvat lærarin fer at takast við. Tað er nógv broytt seinstu trý árini, meðan eg havi gingið á skúla. Eg havi lært at standa fram fyri fólki og havi fingið nógv burtur úr lesnaðinum, sigur hon.

-Mamma hevur eisini lisið í Skálavíkar kirkju. Eg eri gift við Sámal Hentze, gentunavnið hjá mær er Djurhuus. Vit eiga tríggjar gentir, 7, 17 og 20 ár. Vit búgva í barnaheiminum hjá svigerfar. Tey eru frá 1923. Tey stóðu tóm, tá eg og maðurin komu saman. Tey vóru heldur smá, og tí hava vit bygt uppí. Eg eri fallin væl til á Sandi, nú hevði eg ikki flutt aftur til Skálavíkar. Eg siti eisini í kirkjuráðnum, sigur Gudny Hentze.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.