Skriva út

Gert Gram Lydersen

Gert Gram Lydersen
deknur
Viðareiðis kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Gert Gram Lydersen er av Viðareiði, millumnavnið Gram kemur frá mammuni, sum er ættað av Tvøroyri. Hann hevur verið nógv burtur í sínum vaksna lívi og tá íð hann er heima, heldur hann til á Dalavegnum í Havn, um hann ikki er í heimbygdini á Viðareiði. Hann er sonur Daniel Lydersen. Og hann hevur í fleiri umførum roynt seg sum klokkara í kirkjuni í heimbygdini. Gert er føddur 12. november 1968.

-Tá íð vit vóru konfirmeraði, vildu vit sita á loftinum. Vildu kanska ikki vera so nógv knýtt at foreldrunum longur. Har høvdu vit millum annað til uppgávu at lata hurðar upp, um tað gjørdist ov heitt í kirkjuni og vit hjálptu eisini organistinum at fylgja við, hvussu nógv ørindi vóru eftir av hvørjum sálmi, sum varð sungin.

-Eg havi av og á verið klokkari. Tað byrjaði, tá íð ommubeiggi mín Alin Viderø fór til gravar. Hetta var í 1986 og eg ringdi eisini aftan á tað. Eg var klokkari av og á, til eg fór niður til Danmarkar at lesa í 1993. Eg kom heimaftur í 1999 og síðan tá havi eg ringt onkuntíð, sigur Gert Gram Lydersen.

-Eg læs til maskinmeistara niðri. Eg havi keypt hús á Dalavegnum í Havn á Svínaryggi. Vit eiga fýra børn og fýra barnabørn.

-Eg havi siglt nógv sum maskinmeistari við fiskiskipum. Eg var í samfull 17 ár við einum grønlendskum rækjutrolara. Nú eri eg við einum toskatrolara í Barentshavinum.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”