Skriva út

Fróði við Kvíggjá

Fróði við Kvíggjá
deknur
Sumbiar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Fróði er ein av teimum nýggju, sum ger tænastu í Sumbiar kirkju, har hann er deknur . Og vanligt er, at nýggir deknar royna seg fyrsti við at lesa inngangsbøn og útgangsbøn, áðrenn teir fara undir at lesa lestur og harvið bera stóran part av deknagudstænastuni. Og soleiðis var eisini hjá Fróða við Kvíggjá. Hann læs nakrar ferðir inn og útgangsbøn, áðrenn hann fór undir at lesa lestur og í fyrstuni var hann saman við einum meira royndum dekni. Fróði er føddur tann 23. september 1964.

-Eg stóð fyrstu ferð á kórsgáttini 18. mars í fjør ella í 2020 og í ár havi eg eisini lisið lestur. Eg veit ikki rættuliga, hví eg gjørdist deknur, men teir gingu á meg fleiri ferðir og at enda segði eg ja. Eg havi virkin í kirkjuni, havi havt sunnudagsskúla og eisini staðið fyri kórinum. Tá íð vit byrjaðu við kórinum vóru tey børn, nú eru tey vaksin og framvegis í kóri. Vit syngja eisini við kórinum til jarðarferðir, sigur Fróði við Kvíggjá.

-Eg havi spælt keyboard heilt síðan eg var ungur. Og sum ungur plagdi eg eisini at spæla til dans. Eg var í einum orkestri, sigur hann.

Fróði arbeiðir í løtuni hjá Kirvi í Lopra, sum koyrir føroyskt vatn á fløskur úr sumbiartunnlinum. Teir hava ovmikið at gera, tí hesar fløskur eru vorðnar sera væl umtóktar.

-Eg havi arbeitt innan byggivinnuna sum handverkari. Umframt Føroyum havi eg eisini arbeitt í Grønlandi, Norra og Danmark. Eg havi eisini verið við til at gera tunellir.

-Eg eri hovbingur og konan, Sólvá er úr Sumba. Vit eiga gentu og drong og fýra barnabørn. Og so havi eisini havt við bóndaskap at gera. Konan er borin til eitt lítið festið, Kvíggjarfestið og tað er ein mørk og tíggju gyllin. Nú hevur sonurin fest, sigur hann.

-Um framtíðina hjá kirkjuni veit eg ikki. Eg haldi, at ov lítið fólk gongur í kirkju, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.