Skriva út

Fróði Sandoy

Fróði Sandoy
kirkjusangari
Kirkjubøar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Fróði Sandoy hevur sungið fyri í kirkjuni í Kirkjubø seinastu 20 árini. Hann er føddur 4. november 1949.

-Her er onki orgul, og tí er uppgávan at syngja fyri størri, enn har orgul er. Vit eru tríggir kirkjusangarar og vit plaga at hittast heima hjá mær, Á Mýruni, á Velbastað og venja eitt sindur, áðrenn vit fara í kirkju. Vit hittast fyri at finna tónan og vit syngja eftir koralbókini, sigur Fróði Sandoy.

-Vit fóru at syngja, tá íð Dánial Pauli í Búðini gavst. Tað fall mær heilt naturligt at vera kirkjusangari, eg var vanur at syngja. Hini bæði sum syngja fyri, Elsa Jacobsen og Jóannes Dalsgarð hava eisini góða rødd. Velbastaðrøddin er ein serlig rødd. Tað eru nógvir góðir sangarar komnir av Velbastað, sigur hann.

-Eg havi búð á Mýruni á Velbastað síðan 1977. Eg havi sungið alt lívið. Nógv í kóri. Kom í útvarpskórið sum 16 ára gamal og havi stjórnað kórið Sólarmagn her á Velbastað í 20 ár, sigur hann.

Fróði er giftur við Ragnhild, sum er ættað av Mýruni á Velbastað.

-Eg eri føddur og uppvaksin í Havn, foreldrini høvdu eftirnavnið Sandoy. Eg átti ein abba í Trøðum á Sandi og ein úr Tinggarðinum Við Sjógv í Kollafirði, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.