Skriva út

Fríðrika Mortensen Kristiansen

Fríðrika Mortensen Kristiansen
deknur
Gjáar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Fríðrika gekk í móti streyminum og flutti úr høvuðsstaðnum og norður til Gjáar fyri 20 árum síðani. Hon er framvegis sannførd um, at smærru plássini hava eina framtíð, men ein hugburðsbroyting skal til og okkara politikkarar mugu eisini broyta hugburð. Fríðrika er reservadeknur i Gjáar kirkju.

-Eg eri gift til Gjáar og eri uppvaksin mest í Havn, men eisini í Kirkjubø, har mamma mín er ættað. Eg eri avloysaradeknur í Gjáar kirkju og havi lovað, at kirkjan skal ikki standa tóm, tí ongin deknur er. Tað eru nú 20 ár síðan eg flutti til Gjáar og eg eri heilt vorðin avhengig av friðinum her norðuri, sigur Friðrikka, sum er uppkallað eftir ommuni í Kirkjubø, Frederikke, kona Gazet.

-Eg varð spurd, um eg vildi vera deknur. Eg hugsaði meg um. Tað krevur nakað av røddini, at vera deknur. Men kanska kann mann fara til onkran at venja røddina. Eg ætli mær í hvussu er at lesa lestur aftur í komandi ári, sigur Fríðrikka.

-Eg havi altíð droymt um at búgva á bygd. Vit vóru ung, tá ið vit møttust, eg og maðurin og maðurin lærdi til timburmann og smíðaði okkara hús sjálvur. Og Gjógv var lokkandi, maður mín er gjáarmaður og her var bíligt at seta seg niður.

-Trupulleikin við smábygdunum er, at tær verða politiskt niðurlagaðar og ikki natúrliga niðurlagaðar. Okkum tørvar betri samband og betri fasilitetir fyri at kunna trivast á bygd. Politikkararnir mugu vita, hvat vit hava tørv á, og tað er ymiskir tørvir frá bygd til bygd. Og vit skulu ikki klaga, tí vit hava trivist væl Við Gjógv.

-Foreldrini hjá mær vóru bæði kirkjufólk, og mamma stríðir seg enn í kirkju, hóast hon í dag er gomul. Í Kirkjubø var andakt hildin heima, um ikki varð farið í kirkju. Man fær áfylling í kirkjuni og frið. Eg minnnist, at tað var hugnaligt í Kirkjubøar kirkju uttan orgul og við Dánjal í Búðini á Velbastað sum forsangara,tá ið eg var barn, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.