Skriva út

Fríðgerð Ovadóttir

Fríðgerð Ovadóttir
deknur
Hósvík

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Fríðgerð gjørdist deknur fyri nøkrum árum síðani í Hósvíkar kirkju. Hetta komst av, at hon fór at avloysa beigga sín, Dánial Petur. Hon hevur seinastu árini verið varaskúlastjóri við Vestmannaskúla og flytir nú til Havnar. Samrøðan er gjørd í juni 2020. Fríðgerð er fødd 7. mars 1980.

-Tað var eitt sindur ørkymlandi tær fyrstu ferðirnar sum deknur, tí eg skuldi læra meg raðfylgjuna, hvat kom fyrst, og hvat síðan kom, eg mátti fyrireika meg væl og virðiliga, hetta var ikki bara ein sjálvfylgja. Eg hugsaði ikki so nógv um ábyrgd, tók uppgávuna natúrliga, haldi eg sjálv. Eg eri fødd og uppvaksin í Hósvík, hetta var mítt fólk og her var ikki fremmant, sigur Fríðgerð Ovadóttir.

-Grundin til, at eg varð biðin var, at tað vóru bara tveir deknar, Dánial Petur, bróður og Ári og tað var dekan og bundisligt hjá teimum. Eg eri glað fyri at hava roynt at verið deknur í Hósvíkar kirkju. Tað var stuttligt, sigur hon.

Fríðbjørg er útbúgvin lærari og áðrenn gekk hon á HF.

-Eg arbeiddi á Rækjuvirkinum á Oyri, áðrenn eg fór á skúla sum vaksin og eg vildi annað enn fiskaarbeiði. Eftir HF prógvið var eg fyrst vikarur eitt ár á Strondum og síðan eitt í Vestmanna og tá visti eg, at eg vildi gerast lærari. Eg gekk vanligu tíðina fýra ár á Føroya Læraraskúla frá 2002-2006 og við prógvi í hond royndi eg meg fyrsta árið sum útbúgvin lærari við Eiðis skúla og síðan havi eg verið á ymiskum skúlum, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.