Skriva út

Flemming Stenberg

Flemming Stenberg
klokkari
Vágs kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Flemming Stenberg avloysir sum klokkari í Vágs kirkju. Hann avloysir Mikkjal á Løðhamri, sum aftur avloysti Páll Joensen, sum eisini hevði verið klokkari leingi. Flemming er føddur 10. juni í 1948.

-Tað er longu fleiri ár síðan eg fór at avloysa sum klokkari og hetta dámar mær væl, sigur Flemming Stenberg.

-Eg havi eins og so nógvir aðrir føroyingar verið til skips ein stóran part av lívinum. Eg var í 10 ár við gomlu Vesturvón og síðan við Polarborgunum. Dávur í Bø á Strondum, sáli, var skipari og hann var góður fyri fólkið, ein stak dámligur og dugnaligur skipari.

-Eg havi siglt við norskum flakatrolarum sum flakaformaður og eisini flakaformaður umborð á Vesturvón. Tað var eisini ein spennandi tíð umborð á Polarborgunum. Vit endaðu í Ný Sælandi og fiskaðu hake. Har var nógv at fáa viðhvørt, sigur Flemming.

Flemming, sum er porkeningur er giftur við Ásgerð, sum er ættað úr Vági. Tey búgva í Vági. Tey eiga tvey børn. Dóttrina Sirið og sonin Hans Hendrik, sum siglir sum maskinmeistari við Smyrli.

-Vit eru signaði við barnabørnum og tað er hugaligt at vera saman við teimum. Eg ansi eftir hitanum í kirkjuni og tað er altíð okkurt at takast við í kirkjuni. Eg havi enntá heitið hitapassari í kirkjuni. Vit høvdu eina kiosk eitt skiftið, men tað hava vit slutta eisini, sigur Flemming Sørensen.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.