Skriva út

Eyðun Gaard

Eyðun Gaard
klokkari
Oyndarfjarðar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Eyðun Gaars var klokkari í Oyndarfjarðar kirkju, tá ið hann var um fermingaraldur. Hann er av kirkjutænaraætt og tað fall honum rættuliga natúrligt, at hava ábyrgd í kirkjuni. Eyðun er føddur 11. oktober 1965.

-Tað byrjaði við, at pápi onkuntíð ringdi fyri abbabeiggja mín Eivind Petersen, sum hevur klokkari í mong ára tíggjur. Eg plagdi at fara við pápa oman í kirkjuna. Vit ringdu klokkan 9 og 10:30 og síðan aftur, tá ið gudstænastan byrjaði klokkan 12.

-Eg plagdi at avloysa Eivind, tá ið hann var burturstaddur klokkan 10:30. Men tað var nú ikki ofta at hann var burturstaddur, hann hevur verið serliga trúfastur í tænastuni. Var hann burturstaddur, tá ringdi eg allar tríggjar ferðirnar.

-Mítt heim hevur verið knýtt at kirkjuni. Og eitt sindur strangt var tað. Vit spældu ikki úti undir kirkjutíð og tað var ein dempari lagdur á virkisfýsni hendan dagin sum heilt. Hann var ein hvílidagur.

-Fyri meg var tað natúrligt af fáa mansálit ella vaksnamannaábyrgd og at tað var í kirkjuligum høpi var í lagi.

-Arbeiði hjá klokkaranum var eisini at gera kirkjuna klára, tendra ljós, syrgja fyri at tað var heitt. Eg skuldi eisin føra í bók, hvussu nógv fólk vóru í kirkju.

Eyðun arbeiðir í dag á yrkisdeplinum í Mentamálaráðnum. Hann er fyrisitingarleiðari. Eyðun er útbúgvin lærari og hevur eina master í pedagogiskari menning, sum hann hevur tikið í Danmark.

Konan, Anna Maria Justesen er av Viðareiði. Tey eiga tveir vaksnar dreingir. Tey eru búsitandi í Havn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.