Skriva út

Eyðun Bech

Eyðun Bech
organistur
Porkeris kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Eyðun Bech hevur ongantíð verið fastur organistur, altíð avloysari í Porkeri. Páll og Jógvan Midjord vóru fastir organistar og alt hetta er langt síðan. Eyðun Bech er føddur 18. februar 1942.

-Eg fór á læraraskúla í 1964. Eg byrjaði at spæla orgul í kirkjuni fyrsti í sekstiárunum og síðan spældi eg, tá íð eg var heima í feriunum sum avloysari. Eg gekk í realskúla í Vági frá 1956-1952 og tað var um hesa tíðina, at eg lærdi trilvandi at spæla orgul. Vit høvdu eitt orgul heima. Tað var Hilmar Bech, sum keypti okkum tað niðri á sama stað, har hann hevði gingið í skúla. Orgulið kom í 1958, sigur Eyðun Bech.

-Orgulundirvísingin bleiv tó ikki skipað, fyrr enn eg kom á læraraskúlan. Har stóð Ólavur Hátún fyri undirvísingini og síðan tá havi eg spælt orgul í kirkjum gjøgnum øll seksti, sjeyti og áttatiárini. Seinastu árini havi eg av og á spælt í kirkjuni í Elduvík. Tey hava fingið gamalt/nýtt orgul. Hetta er komið úr Hvannasunds kirkju, sigur hann.

-Eg var lærari tvey ár í Klaksvík sum nýútbúgvin lærari. Síðan fekk eg starv í Kommunuskúlanum í Havn og har vær eg næstu 37 árini, til eg fór frá við pensión. Eg havi fyri tað mesta undirvíst í støddfrøði. sigur hann.

-Eg møtti konuni Oddfríð, tá íð eg var lærari í Klaksvík og vit eru saman enn. Vit eiga trý børn og seks barnabørn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.