Skriva út

Eydna Danielsen

Eydna Danielsen
deknur
Hovs kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Eydna Danielsen er skúlastjóri í Hvalbiar skúla. Og hon er hovbingur og býr í Hovi. Sunnudagar er hon deknur í Hovs kirkju og tað hevur hon verið síðan 2007. Eydna er fødd 6 apríl 1961.

-Eg lesi lestrarnar í gjøgnum og velji ein. Eg velji eisini epistlarnar. Summar lestrarbøkur eru meira populerar enn aðrar. Fyri meg kann tað gera tað sama, um eg sitið á bonkinum, ella standi á kórsgáttini. Sum lærari eri eg von at snakka fyri fólki.

-Um bara gudstænasta var, tá ið prestur var, so var tómligt í kirkjuni. Deknagudstænastan hevur sera stóran týdning fyri føroysku kirkjurnar. Prestarnir høvdu verið smábýttir, um ongin deknur var, tað hevði verið tómligt í kirkjunum

Eydna gekk á læraraskúla í Danmark í árunum 1983-1987. Hon læs í Esbjerg og eftir lokna útbúgving fór hon í starv í Sandvíkar skúla.

-Eg vildi heim aftur til Føroyar. Eg var lærari í Sandvík í 17 ár, síðan býtti eg starv við ein lærara í Hvalba og bleiv hangandi har. Eg gjørdist fyrst varaskúlastjóri í Hvalba og síðan stjóri.

-Í frítíðini lesi eg og bindi. Vit hava eisini seyð. Eg haldi, at tað hevur verið ein keðilig gongd seinastu árini. Skúlin hevu altíð samansjóað børnini. Men nú vera børnini spjødd á ymiskar skúla. Tað er ein keðilig gongd, at skúlar verða niðurlagdir, sigur hon.