Skriva út

Eyðbjørg Fossádal

Eyðbjørg Fossádal
deknur
Havnar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Eyðbjørd Fossádal hevur verið deknur í dómkirkjuni, sum tá varð kallað Havnar kirkja. Og tað var táverandi kirkjuráðsformaðurin Per Jacobsen, sum heitti á hana. Eyðbjørg Fossádal er fødd í Havn 13. mai 1948.

-Eg ivaðist ikki leingi og játtaði. Eg havi altíð hildið, at deknagudstænastan var eitt álitisstarv, íð skal takast í størsta álvara. Deknurin skal sama við restini av kirkjutoyminum samstarva, so at tær kirkjuligu handlingarnar fara fram rættar og siðiligar, sigur Eyðbjørg Fossádal.

-Fyri mær er deknatænastan eitt gott høvi at geva eitt íkast til samfelagið. Deknatænastan er eisini við til at varðveita gamlar kirkjusiðir, sum hava stóran týdning fyri okkara samfelag. Kirkjufólkið skal kenna seg væl í kirkjuni og har hevur deknurin eisini sína skyldu hesum viðvíkjandi, at alt gongur rætt og væl fyri seg undir gudstænastuni og øðrum kirkjuligum handlingum.

-Kirkjurúmið í Havnar kirkju er sera vakurt og hátíðarligt. Tað er ein serlig løta, tá ið ein sigur í einum vakrum kirkjurúmi og sálmasongurin ljómar sunnumorgun.

Pápi mín er úr Havn og mamma av Toftum, eg fekk tvey mentanarlig umhvørvi í Vøggugávu, býarumhvørvi og bygdaumhvørvi. Hetta víðkar sjónarringin, sigur hon.

Umframt at hava verið deknur, hevur Eyðbjørg eisini sitið í kirkjuráðnum eina setu. Eitt arbeiði, sum fyri hana var sera áhugavert og sum henni dámdi væl.

Eyðbjørg er gift við Helga Fossádag og tey eiga tvey børn og fimm barnabørn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.