Skriva út

Evy Toftegaard Nielsen

Evy Toftegaard Nielsen
deknur
Nólsoyar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Evy er tilflytari í Nólsoy. Tað er maður hennara eisini. Tey hava einki tilknýti til bygdina og tað var av tilvild, at tey koma at búgva har. Evy er fødd 16. mars 1966.

-Eg varð uppringd av Suna Hansen, sum er organistur í kirkjuni í 2014 og hann spurdi, um eg vildi vera deknur. Eg segði ja. Høgni Thomsen var farin at skranta og kundi ikki vera deknur meira og eg avloysti hann og gjørdist at enda fastur deknur. Tað var so tilfeldugt, sum tað kundi vera, sigur Evy Toftegaard Hansen.

-Tað er stór ábyrgd at vera deknur. Tað er ikki bara bara. Fyri tað fyrsta, so er tað bundisligt og ein má eisini fyrireika seg væl og tað heldur fram, hóast eg ikki longur eri grøn í fakinum.

-Var tað tilfeldugt, at eg gjørdist deknur og var tað enn meira tilfeldugt, at eg kom at búgva í Nólsoy. Eg og maðurin, Anfinn Nielsen, búðu á Bornholm og longdust eftir at flyta heim, tá íð elsti sonurin fór í skúla. Anfinn fiskaði tá í Eystursjónum. Vit funnu húsini á netinum, og keyptu tey, áðrenn vit høvdu sæð tey.

Evy og Anfinn trívast væl í Nólsoy. Hon er ættað úr Fuglafirði og Anfinn úr Klaksvík. Hann siglir í dag í Norra og Evy selur smykkir hjá N.L. Arge á Kongabrúnni. Tey eiga tvey børn, drong og gentu.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.