Skriva út

Esmar Olsen

Esmar Olsen
organistur
Hósvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Esmar Olsen hevur verið drúgvur í tænastu sum urguleikari, hóast hann ikki hevur spælt seinnu árini. Esmar er føddur 20. oktober 1966.

-Eg veit ikki, eg var einsamallur organistur í fleiri ár og gjørdist troyttur av tí og steðgaði. Eg spældi í kirkjum í árunum frá 1984-1994. Eg byrjaði á Eiði. Síðan skifti eg um við Hans Erland í Brekkunum, sum tá var organistur í Hósvíkar kirkju. Hann fór til Eiðis og eg fór til Hósvíkar. Eg var organistur í Hósvíkar kirkju í fleiri ár. Eg eri sjálvlærdur og spæli til húsbrúk í dag, sigur Esmar Olsen.

-Í 1994 for eg niður aftan á konuni, sum skuldi læra til handarbeiðslærara. Eg tók eisini eina útbúgving tá innan KT og arbeiddi við hesum í nøkur ár. Eitt nú á flakavirkinum á Eiði. Eg tók trygdarskeið og fór til skips við línubáti eitt skiftið. Síðan fluttu vit til Norra. Foreldrini hjá konuni búðu har. Har vóru vit í trý ár.

-Heimaftur komin fór eg umborð á Thor á svartkalvaveiði og eg eri enn innan hesa vinnu.

-Konan Emely er úr Hósvík. Vit eiga fýra børn.

-Eg veit ikki, um eg fari at spæla aftur í kirkju. Eg havi verið virkin tónleikari í mínum ungu døgum, eisini innan dansitónleik. Vit høvdu eitt orkestur, sum kallaðist Rockwool. Vit spældu til dans leygarkvøld og eg var organistur í kirkjuni sunnumorgnar. Vit byrjaðu við orkestrinum í 1984 og spældu í nøkur ár, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.