Skriva út

Erna Hovgaard

Erna Hovgaard
klokkari
Vesturkirkjan
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Er Sigmundur støðugur, sum ein stoypt standmynd vestanfyri Vesturkirkjuna, er Erna Hovgaard minst líka støðug sum ein livandi standmynd inni í Vesturkirkjuni. Síðan 1981 hevur hon verið ein daglig sjón gerandisdagar í kirkjuni, hon hevur verið vaskikona og síðan 1999 hevur hon eisini verið klokkari gerandisdagar. 

    -Eg byrjaði í 1981 at vaska í Vesturkirkjuni. Eg tók yvir eftir Jóhan Gaard Joensen, sum doyði. Hetta er eitt starv frá mánadegi og til fríggjadag og eru fleiri jarðarferðir, tá er nógv at gera hjá eini vaskikonu. Upprunaliga hoyrdi eg til Havnar kirkju. Men tá ið eg varð vald upp í kirkjuráðið fyri Vesturkirkjuna, varð eg noydd at slíta sóknarbond. Eg havi trivist stak væl í kirkjuni, eri ikki serliga missiónsk, dámi væl at dansa og tað hevur eisini verið pláss fyri tí. 

    -Tað er ein deiligur friður í Vesturkirkjuni, góður andi og fitt fólk, eg havi eisini havt gott samstarv við prestarnar. Eg eri eisini kirkjuverji og tað gevur nógvar praktiskar uppgávir. Fyri meg er mítt starv sonn gudstænasta. Eg eri ofta í kirkjuni, tá ið fólk standa undir børu. Og tað rørir meg ikki, eg eri rættuliga rólig av natúr. Eg unnist væl í kirkjuni, sjálvt um deyð fólk eru inni.

Seinastu 16 árini havi eg eisini verið klokkari. 

    -Erna er fødd Jacobsen og er dóttir Sjeddik. Hann hevði handil í Havn. Sjeddik er eyknevni, men ikki eitt niðrandi eyknevni og hann nevndi handilin, Hjá Sjeddik. Seinastu 51 árini hevur hon itið Hovgaard. Hon er gift við Oskar Hovgaard og tey eiga trý børn, átta barnabørn og trý langommubørn.