Skriva út

Erik Biskupstø

Erik Biskupstø
ljóðteknikari
Christianskirkjan

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Erik Biskupstø hevur fingist við ljóð stóran part av ævini og hann er í dag maðurin, sum hevur ábyrgdina av, at tað hoyrist í Christianskirkjuni, at prædikur vera tiknar upp og at stroymingin riggar. Erik Biskupstø er føddur 28. mai 1975.

-Eg eri við øðrum orðum ljóðtøkningur í kirkjuni og taki mær av ljóðupptøkum. Vanliga verða jarðarferðir tiknar upp og nú corona hevur sett dagsskránna verða gudstænastur stroymdar og videoandaktir hildnar. Og hetta nýggja virksemið tekur ljóðteknikarin sær eisini av, sigur Erik Biskupstø.

At hava ljóðteknikara í kirkjuni er ein gomul skipan. Hetta byrjaði í 1985, tá í Brandur Petersen varð settur. Hann hevur verið í starvinum í 35 ár. Tað var eitt samstarv millum kirkjuna og kringvarpið, sum gjørdu eina installatión, har fastar mikrofonir vóru settar upp til orgul, prest og dekn. Eitt ljóðrúm við pulti var eisini innrættað í kirkjuni, sigur Erik Biskupstø.

-Mær dámar arbeiði og so havi eg virðing fyri kirkjuni. Hetta er ein bygningur, man hevur virðing fyri, fyri meg er hetta bæði ein ljóðtænasta og ein andalig tænasta, sigur hann.

-Eg havi eisini fingið til uppgávu at dagføra studiið. Teknikkurin broytist skjótt innan hetta økið. Alt tekur tíð, tað ger eisini stroymingin eisini. Vit vísa myndir av kirkjuni og tú hoyrir hvat gongur fyri seg undir gudstænastuni. Eg skal møta upp til tær tænastur, sum fólk ynskja, serliga jarðarferðir, sigur hann

-Brandur var í starvinum í 35 ár, so leingi verið eg neyvan, men fólk eru glað fyri tænastuna og tað er deiligt at gera nakað gott fyri fólk, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.