Skriva út

Emma Petersen

Emma Petersen
klokkari
Hovs kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Emma Petersen er systir Delman Tausen og hann gjørdist klokkari sum blaðungur og tað starvið hevur ført við sær, at næstan øll í hansara familju hava roynt seg sum klokkarar.

-Eg byrjaði sum klokkari við at avloysa beigga mín Delmar, tá íð hann var burtur. Eg var altíð heima og kundi avloysa. Eg ringdi fyrstu ferð tá íð kongur doyði í januar 1972 og síðan havi eg ringt av og á øll árini. Eg eri uppvaksin í Hovi og havi altíð búð her og onkuntíð hava allir beiggjarnir verið burtur og tá havi eg ringt. Maður mín, Jósvein, er eisini úr Hovi og hann hevur eisini verið klokkari, sigur Emma Petersen, sum er fødd 9 juni 1958.

-Eg havi ringt í sorg og í gleði, og tað er ein góð kensla at gera tænastu í kirkjuni.

-Eg og Jósvein fingu tvey børn. Tey eru bæði flutt aftur til heimbygdina og vit eiga trú barnabørn, eg eigi tríggjar ommudøtur.

-Eg havi arbeitt í “forretning” í Vági í mong ár og nú geri eg reint á miðnámskúlanum í Hovi, tað er beint í túninum. Eg havi ongantíð havt planir um at flyta úr Hovi.

-Her eru nógv tóm hús og tað er ógvuliga keðiligt, at skúlin er niðurlagdur. Og eg haldi, at tað er serliga ringt, at børnini eru spjadd í tríggjar ymiskar skúlar kring okkum. Foreldrini taka børnini við har tey arbeiða. At børnini ikki ganga í sama skúla gongur út yvir samanhaldið í bygdini. Skúlin samansjóðar í eini bygd.

-Kvinnurnar hava sín leiklut í kirkjuni. Eg minnist til eina hjúnarvígslu, tá vóru allir kirkjutænararnir kvinnur og prestur eisini.